Krevur meiri samstarv øll tey trý sjúkrahúsini

Nú verður kravt at tey trý sjúkrahúsini í Føroyum fara undir eitt skipað samstarv fyri at geva sjúklingunum so góða tænastu sum tilber

Nýggj sjúkrahúslóg

Nú skulu øll tey trý sjúkrahúsini í Føroyum samstarva nógv meiri enn tey gera.
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur, at í sjúkrahúslógini, sum hann nú hevur lagt fyri løgtingið, er lagt upp til, at tey trý sjúkrahúsini skulu hava eitt skipað samstarv í framtíðini.
-? Eitt økt samstarv kemur serliga upp á tal, tá ið fast samband verður millum Leirvík og Klaksvík, og tann stytta flutningstíðin hevur við sær møguleikar fyri heilt nýggjum møguleikum fyri stórrakstri.
? Tey trý sjúkrahúsini skulu hava beinleiðis skyldu til at veita hvørjum øðrum tænastur, ið kunnu bøta um viðgerðartilboðini, sigur Hans Pauli Strøm.
Hann sigur, at eitt slíkt samstarv fer eisini at føra við sær meiri fæst fyri játtanirnar til tey trý sjúkrahúsini.
Tað er eisini ætlanin at tey trý sjúkrahúsini skulu kunna gera samstarvsavtalur fyri at bøta um viðgerðartilboðini og raksturin.
Harafturat stendur í lógini, at sergreinir kunnu setast á stovn á øllum sjúkrahúsunum.
Hans Pauli Strøm sigur, at í hesum liggur, at sjúkrahúsini fáa skyldu til at hjálpa hvørjum øðrum við ymsum sjúkrahústænastum. Tað merkir, at eitt sjúkrahús, sum hevur eina ávísa tænastu, skal hava skyldu til at veita einum øðrum hesa tænastu, sum ikki hevur hana frammanundan.
Somuleiðis skulu sjúkrahúsini arbeiða meiri í felag. Tað merkir, at er ikki orka til eina ávísa viðgerð á einum sjúkrahúsi, kanska tí bíðitíðin er órímiliga long, skal sjúklingur vísast til eitt annað sjúkrahús, sum kann veita líka góða viðgerð á økinum, er bíðitíðin styttri har.
Ein trupulleiki, sum tey smáu sjúkrahúsini hava havt, er, at skipanin, har serlæknar á Landssjúkrahúsinum skuldu ferðast út á smáu sjúkrahúsini við millumbilum, hevur ikki virkað væl.
Suðuroyar Sjúkrahús sigur, at oyrnalæknin kemur næstan ikki longur og bæði røntgenlæknar, og narkosulækn og serlæknar í medisini, eru givnir at ferðast til Suðuroyar Sjúkrahús.
Hans Pauli Strøm sigur, at hetta er ein sáttmálaspurningur. Samráðingar hava verið í langa tíð ímillum serlæknafelagið og fíggjarmálaráðið um tey lønarískoyti yvirlæknarnir skulu hava fyri at veita hesa tænastu.
Landsstýrismaðurin í heilsumálum sigur, at sum hann hevur skilt støðuna, eru hesar samráðingar við at koma undir land so at hendan tænastan til smáu sjúkrahúsini kann takast uppaftur.