Evropiskir bankakundar rinda alt ov nógv til peningastovnar sínar fyri lán og tryggingar. Tað er greiða niðurstøðan hjá ES-nevndini, sum nú mælir til, at felags reglur verða settar í gildi á økinum. – Brúkarin skal fáa fleiri produktir at velja ímillum, og hesi skulu verða lættari at skilja, skrivar ES-nevndin í einum bóklingi, har felags bankareglur verða lýstar sum minni kompleksar og sum betri vernd fyri brúkaran.










