Tað vakti miklan ans í Løgtinginum tá ið Sosialurin mánadagin visti at siga, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum kannar møguleikarnar fyri at leggja raksturin av skipunum hjá Vaktar-og Bjargingartænastuni og fiskirannsóknarskipinum, Magnusi Heinasyni, saman við Strandferðsluni í Suðuroy, so at øll almenn skip verða umsitin á sama stað.
Hann metir, at hetta kann geva stór-rakstrarfyrimunir í sambandi við mongdaravsláttur, tá ið vørur og tænastur av ymsum slagi skulu keypast og tá ið tilboð skulu fáast frá undirveitarum av ymsum slagi. Tað skal eisini gera tað lættari hjá manningum at skifta ímillum skipini.
Atkvøðufiskarí, ella...
Bjarni Djurholm, tingmaður og floksfelagi hjá landsstýrismanninum, er ein av teimum, sum er ørkymlaður av ætlanini.
Hann reisti málið í Løgtinginum í gjár, har hann vildi hava landsstýrismannin at greiða frá, hví hann arbeiðir við at flyta vaktarskipini og Magnus Heinason til Suðuroyar?
Hann vildi hava at vita, um talan er um eitt ynski um at rationalisera ella um tað bara er fyri at flyta virksemi úr Tórshavn í útjaðaran.
Hann fór enntá so langt, sum til at spyrja, um hetta bara er fyrsta stigi av fleiri, ella um hetta bara er fyri at vinna sær atkvøður, hóast tað kann syndra stovnar sum annars virka.
Bjarni Djurholm heldur, at grundgevingin lítið um grundgevingina.
Tað má merkja, at manningarnar skulu í mesta mun vera úr sama øki og at provianteringin somuleiðis skal fyriskipast av veitarum í ávísum øki.
- Hetta er politikkur, sum annars varð lagdur á hyllina fyri fleiri árum síðani, sigur Bjarni Djurholm.
Hann heldur tí, at sakliga grundgevingin er tunn og ber mest brá av at vera uppfunnin fyri at hava eina grundgeving, heldur enn at byggja á haldgóðan botn.
Rationalisering
Jacob Vestergaard sigur, at hann hugsar hvønn dag um, hvussu almenni raksturin kann rationaliserast og, um, hvussu vit fáa sum mest burtur úr skattaborgarans pengum.
Ein partur av hesum er at lúka dupultfunktiónir burtur, har tað ber til og tað kann vera ein fyrimunur at hava eitt alment reiðarí, heldur enn trý, sum vit hava nú.
Hann sigur, at tey hava tosað leyðsliga um møguleikan at hava eitt alment reiðarí, so at allur almennur skiparakstur er undir sama stovni.
Men hann legði dent á, at enn hevur málið ikki verið til veruliga viðgerð.
Hann vildi ikki svara upp á, um hetta bara var atkvøðufiskarí.
- Landsstýrið fiskar ikki eftir atkvøðum og landsstýrið syndrar ikki almennar stovnar, segði landsstýrismaðurin.
Men hann leggur afturat, at onki verður gjørt, fyrrenn tað er viðgjørt væl og virðiliga.
Les eisini greinina: Jacob Vestergaard fekk kaldliga móttøku