Krevur framhald

Tað er neyðugt við sterkum mótstøðuliðum, um leikararnir á landsliðnum skulu mennast, heldur Ingi Olsen, sum tó var heldur troyttur, nú seks slíkir dystir eru farnir aftur um bak

 

Landsdystir


Í mun til hinar fýra dystirnar, sum Føroyar hava spælt í undankappingini, so tóktist føroyski liðskiparin, Ingi Olsen, nakað troyttur, nú dystirnir móti Litava vóru á skránni.

Undan dystunum ljóðaði eisini, at tað kanska var ivasamt, um hann megnaði at spæla báðar dystirnar, og hóast hetta skuldi vísa seg at bera til, so ásannaði hann eftir dystin, at møðin var farin at gera um seg.

- Har eru fleiri smærri lutir, sum eru byrjaðir at fara, helt hann fyri.

- Talan er um nakrar ógvuliga harðar dystir, og vit eru altso ikki vanir við at spæla seks somikið krevjandi dystir innan tríggjar vikur. Mann er eymur frá topp til tá, nú vit eru lidnir við hetta.

Tá hugt verður eitt sindur fram í álmanakkan, so sæst tó, at stundirnar til at hvíla ikki eru tær nógvu. Longu mikudagin er týdningarmikil dystur í steypakappingini á skránni, men hóast tíðin er knøpp, so heldur Ingi ikki, at tað bara er um at hvíla nú.

- Nei, vit kunnu ikki bara liggja stillir. Í morgin verður helst onkur løtt venjing, og so sleppa vit at hvíla týsdagin. Vit hava 14 ella 15 ? vónandi 15 ? dystir eftir í vár, so nú er ikki at taka sær av løttum. Hinvegin er einki at ivast í, at hørðu dystirnir, sum vit nú hava havt fara at koma okkum til góðar. Tað er snøgt sagt neyðugt við slíkum dystum, um vit skulu gerast betri.


Tóku sær ikki av løttum

Spurdur, um hann var ósamdur, um sagt varð, at litaviska liðið var hitt besta av teimum, sum verið høvdu her í hesum umfari, segði Ingi, at tað var hann ikki.

- Teir hava sjálvandi eitt sera gott lið, og eru hartil sera kropssterkir, so tað vil altíð verða tungt hjá okkum. Í gjár fingu vit eina sera ringa byrjan upp á dystin, men eg haldi tað vera positvt, at vit megnaðu at reisa okkum aftur.

- Tað er jú ein vandi, at menn kanska hava bestan hug at fara til hús, tá máltalvan vísir 1-10, men vit megnaðu at reisa okkum aftur. Alt hatta tosið um at teir seta ferðina niður haldi eg ikki, at mann skal leggja so nógv í. Teir hava eisini málmunin at hugsa um, og fyri at tryggja sær víðari luttøku í kappingini skuldu teir vinna so nógv sum gjørligt, so hatta trúgvi eg ikki ordiliga uppá. Tí velji eg heldur at trúgva, at tað vóru vit, sum settu meira á, og tað haldi eg eisini at vit gjørdu.


Megna ikki at binda leikarar

Tað verður ofta tikið til, tá Føroyar luttaka í altjóða høpi, at vit eru við fyri at læra. Fyri ein spælara sum Inga, varð hetta kanska serliga aktuelt, nú litavar høvdu ein somikið góðan spælstýrara, og Ingi helt eisini, at júst 7-arin hjá teimum, Gintaras Savukynas, var ein leikari við framúr góðum evnum.

- Tað er týðiligt, at tað er hann, sum bindur spælið saman. Tað sæst kanska best, tá hann ikki er á vøllinum, tí tá broyttist spælið hjá teimum fullkomuliga. Sjálvandi kann eg eisini læra nakað av hesum. Man lærir so leingi man livir, men størsti munurin í so máta er kanska, hvussu væl hann megnaði at binda tveir leikarar at sær.

- Júst hetta at binda leikarar at sær er nakað, sum vit ikki megna nóg væl. Hetta er galdandi fyri allar leikarar, og tað er eingin brádlig loysn á hesum. Vit eru snøgt sagt ikki nóg sterkir kropsliga, sjálvt um vit kanska í prosentum góvu okkum meira enn teir. Tað eru vit noyddir til at gera, og tað mugu vit gera í nógv ár framyvir.


Framtíðin

Júst hetta við framtíðini er nakað, sum fólk nú tosa um, tá tosað verður um hondbóltslandsliðið. Spurdur, hvat hann heldur nú skal fara fram, er Ingi nóg so avgjørdur.

- Fyrst og fremst skal venjaraskiftið, sum stendur fyri framman, fara fram skjótt, soleiðis at venjarin fær sett seg inn í arbeiðið sum skjótast. Síðani eiga vit at fara gongd beint sum kappingin er liðug, soleiðis at venjarin kann seta nærmastu framtíðina út í kortið, og ikki minst mugu vit fáa dystir.

- Eg havi sjálvur verið við síðani 1988. Síðani tá hendi einki fram til 1990, síðani fingu vit dystir í 1995 og so aftur í 1998. Sum støðan er nú, er næsta stóra uppgávan ikki fyrr enn um eitt ár, og fáa vit einki fyrr enn tá, so verður úrslitið tað sama. Vit koma at tapa við fimm, átta ella tíggju málum. Vit fáa ikki nakra rættiliga framgongd at síggja, fyrr enn arbeiði við landsliðnum verður eitt arbeiði við framhaldi í, sigur liðskiparin á føroyska manslandsliðnum at enda.


Tað týdningarmesta er, at leikararnir fáa støðugar avbjóðingar, heldur Ingi Olsen um framtíðina hjá føroyska hondbóltslandsliðnum