Krevur frágreing frá Nyrup

Jóannes Eidesgaard fer í dag at krevja at fáa at vita frá danska forsætisráðharranum, hvat hann meinar við, tá hann sigur, at Danmark ikki góðtekur Føroyar sum fólkarættarligt subjekt

 

Jóannes Eidesgaard fer í dag á fund í 21 mannanevndini hjá fólkatinginum, sum fylgir samráðingunum.

Á hesum fundinum fer Jóannes Eidesgaard at krevja at fáa at vita frá danska forsætisráðharranum, hvat hann meinar við, tá hann í brævi til løgmans sigur, at tað, at Danmark er farið undir fullveldissamráðingar við Føroyar, ikki merkir, at Danmark góðtekur Føroyar sum eitt fólkarættarligt subjekt.

? Eg havi enn ikki fingið nakra løgfrøðisliga meting av útsøgnini hjá Nyrup, men meinar hann, at Danmark ikki góðtekur Føroyar sum tjóð, so eri eg rúkandi ósamdur við honum, sigur Jóannes Eidesgaard.

Formaðurin í Javnaðarflokkinum, sum eisini er fólkatingslimur, vísir á, at Føroyar eru tjóð, og at hetta ikki er neyðugt at staðfesta við at fáa eina frágreiðing frá íslendskum serfrøðingi í altjóðarætti.

? Vit eru ein tjóð, men tó hava vit heimastýrislógina við hennara avmarkingum, og tað er hana vit skulu broyta. Men hetta hevur Tjóðveldisflokkurin ofta hug at gloyma. Talan er jú um eina lóg, sum er samtykt bæði av fólkatinginum og av løgtinginum, sigur Jóannes Eidesgaard.

Men Jóannes Eidesgaard vil kortini hava at vita frá danska forsætisráðharranum, um hann virðir føroyska fólkið sum eina serstaka tjóð, og tí fer hann á fundinum, sum verður klokkan tvey seinnapartin í dag, at seta forsætisráðharranum fyrispuring um hetta. Møguliga verður talan um ein felags fyrispurning, ið Jóannes Eidesgaard og hin føroyski fólkatingslimurin, Óli Breckmann, fara at seta saman.

Óli Breckmann er í skrivandi løtu við flogfari á veg til Keypmannahavnar, og tí hevur tað ikki eydast okkum at fáa at viðmerking frá honum.


Ikki á fund við uttanlandsnevndina

Tað er ikki bert 21 mannanevndin hjá fólkatinginum, ið hevur boðað frá fundi í Keypmannahavn undan samráðingunum. Formaðurin í uttanlandsnevndini hjá løgtinginum, Hergreir Nielsen, hevur eisini boðað limum sínum frá, at uttanlandsnevndin heldur fund í Keypmannahavn meðan samráðingarnar um fullveldi eru.

Men Jóannes Eidesgaard ætlar sær ikki at vera við á fundi hjá uttanlandsnevndini í Keypmannahavn.

? Eg fari heim aftur til Føroya áðrenn fundin, tí eg haldi ikki, at tað er rætt, at uttanlandsnevndin er við landsstýrinum til samráðingar. Hetta er tað sama sum, at vinnunevndin fór til fiskivinnnusamráðingar saman við landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, sigur Jóannes Eidesgaard.

Jóannes Eidesgaard vísir á, at landsstýrið hevur fingið mandat at samráðast frá tinginum, og tí eigur landsstýrið sjálvt at klára samráðingarnar, uttan leypandi samband við uttanlandsnevndina meðan samráðingarnar eru.

Kortini staðfestir Jóannes Eidesgaard, at tað er neyðugt, at uttanlandsnevndin verður kunnað um samráðingarnar. Men hetta, heldur hann, eigur at verða gjørt, tá landsstýrið kemur heim aftur til Føroya eftir samráðingarnar.