Magni Arge, fólkatingsmaður, vil hava danska uttanríkisráðharran at greiða frá sínari hugsan um at Silas Olofson er vístur út úr Turkalandi fyri lívið.
Og tað hevur hann nú sent danska uttanríkisráðharranum ein formligan fyrispurning um
Fólkatingsmaðurin fyri Tjóðveldi vil vita, um danski uttanríkisráðharrin hevur fingið frágreiðing um, hví Silas Olofson er útvístur fyri lívið úr Turkalandi, og um frágreiðingin elvir til at danska stjórnin tekur nøkur stig mótvegis Turkalandi í hesum sambandi.
Les eisini: Føroyingur tveittur úr Turkalandi
- Mær kunnugt hevur Silas Olofson virka í einum kristnum umhvørvi og tikið lut í hjálpararbeiði, sigur Magni Arge.
– Tí undrar tað meg stórliga, at ein føroyingur, sum eftir okkara upplýsingum onki ólógligt hevur gjørt í Turkalandi, skal setast í fangakliva fyri síðan at vera blakaður av landinum uttan nærri frágreiðing.
– Hetta er eitt mál fyri ríkismyndugleikan, tí sum føroyingur er Silas Olofson danskur ríkisorgari og tí haldi eg tað vera uppá sítt pláss, at danskir myndugleikar upplýsa, hvat teir halda um málið, og um nøkur stig verða tikin, sigur Magni Arge.