Krevur fleiri ára fongsulsrevsing fyri neyðtøku

 

 

Í morgun byrjaði rættarmálið móti 20 ára gamla manninum, sum er ákærdur fyri neyðtøku og neyðtøkuroynd.

 

Maðurin er ákærdur fyri neyðtøku av eini eldri kvinnu á vetri í 2014 umframt fyri neyðtøkuroynd av eini javnaldrandi gentu aftan fyri Sjónleikarahúsið 30. septembur 2015. Maðurin varð varðhaldsfongslaður 19. oktobur og hevur sitið í varðhaldi síðani.

 

Upprunaliga var maðurin ákærdur fyri neyðtøkuroynd, men meðan kanningararbeiði fór fram, meldaði ein eldri kvinna mannin fyri neyðtøku, eftir at hava lisið eina grein um neyðtøkuroyndina í Sosialinum.

 

Maðurin noktaði seg sekan í báðum ákærunum, men játtaði, at hann hevði nýtt harðskap móti gentuni aftan fyri Sjónleikarahúsið og at hann hevði framt blygnaðarskemd móti henni.

 

Meðan ungi maðurin í grundlógaravhoyrinum í oktobur játtaði, at hann hevði ætla at neyðtaka ungu gentuna, noktaði hann tað sama í rættinum í dag.

- Eg hevði ongantíð ætlanir um at neyðtaka ungu kvinnuna. Eg gjørdi nakað býtt, men kom til mín sjálvs og skilti, at tað eg var í ferð við at gera, ikki var rætt. Tì gavst eg aftur. Eg ætlaði at melda meg sjávan, men kom ongantíð so langt, segði 20 ára gamli maðurin í dag.

 

- Eg kundi neyðtikið hana, um eg vildi, men tað var ongantíð ætlanin, segði ungi maðurin, sum eisini vildi vera við, at hann ikki hevði sagt við gentuna, at tey skuldu liggja saman. Hann hevur tí broytt frágreiðing síðani hann var avhoyrdur av løgregluni 18. oktobur og møtti í grundlógaravhoyri 19. oktobur.

 

Maðurin noktar eisini fyri at hava neyðtikið eldru kvinnuna. Hon greiddi í rættinum frá, at hon brádliga vaknaði, av at ungi maðurin, so hon hevur kent alt lívið, brádliga stóð inni í kamarinum. Síðani gjørdi hann seg inn á hana, áðrenn hann rýmdi aftur.

 

Kvinnan sigur, at tað gekk so skjótt fyri seg, at hon náddi snøgt sagt ikki at gera nakra serliga mótstøðu, men váttaði, at talan var um fullførda neyðtøku.

 

Ákæri hevði tó eina heilt aðra útgávu av hendingunum. Umframt at hann var ósamdur í, hvat kvøld talan var um, so vildi hann vera við, at eldri kvinnan hevði ringt eftir honum. Tey vóru von at drekka saman og so varð eisini hetta kvøldið. Eitt førdi so til eitt annað og tey endaðu í song saman.

 

Eldri kvinnan vildi ikki meldað málið, men eftir at hon las um neyðtøkuroyndina aftan fyri Sjónleikarahúsið og skilti, hvønn talan var um, valdi hon at siga løgregluni frá.

 

Maðurin hevur ein dóm frá februar 2014, fyri at hava framt blygnaðarskemd móti tveimum ungum kvinnum.

 

Seinnapartin heldur rættarmálið fram. Tá er tað gentan, ið var fyri neyðtøkuroyndini, ið verður avhoyrd. Hetta verður gjørt fyri afturlatnum hurðum fyri at verja ungu kvinnuna.