Rættarfundurin móti fyrrverandi býráðsliminum, sum varð niðurlagdur í síðstu viku, varð uppafturtikin í dag.
Rættarfundurin varð niðurlagdur, fyri at greiða kundi fáast á, hvussu ein frágreiðing frá einum grannskoðarafirma, sum var ein týðandi liður í ákæruni, skuldi skiljast.
Tá fundurin var uppafturtikin í dag, meinti ákærin, at greiða var fingin á hesum, men verjin var ósamdur og dómarin tyktist heldur ikki heilt sannførdur.
Í endaligu framløguni í dag førdi ákærin fram, at ákærdi hevur uppgivið skeivt tímatal, tá lønarlistarnir eru skrivaðir og soleiðis hevur givið fyrrverandi sambúgva sínum í minsta lagi 109.000 krónur ov nógv í løn.
Hon vísti á, at av tí at lønin fór inn á kontu hjá sambúgvanum, fekk býráðslimurin sjálvur beinleiðis ella óbeinleiðis ágóðan av ov nógv útgoldnu lønini.
Ákærin kravdi tí, at ákærdi verður dømdur eina fongsulsrevsing á millum fýra og fimm mánaðir.
Verjin vildi hinvegin hava mannin frídømdan. Hann vildi vera við, at ákærin als ikki hevði prógvað nakað heimildarsvik, ei heldur at hetta var framt við vilja. Hann vildi vera við, at ákærin á ongan hátt hevði prógvað, at ov nógvir tímar vóru uppgjørdir, ei heldur, at skeivar lønarkotur vóru nýttar.
Í øðrum lagi vísti verjin á, at ákærdi hevði fylt lønarseðlarnar út eftir ávísing frá sambúgvanum. Um skeivt tímatal var nýtt, var tað tí at sambúgvin av onkrari orsøk hevði uppgivið skeivt tímatal.
Verjin vísti eisini á, at ákærdi og sambúgvin ikki vóru saman í eitt tíðarskeið upp á eitt hálvt ár, meðan heimildarsvikið skal vera framt. Verjin spurdi tí, hvørja orsøk ákærdi tá skuldi havt, at áhaldandi flutt sambúgvanum ov nógva løn, tá tey ikki longur vóru par ella búðu saman.
Verjin vísti eisini á, at frágreiðingin frá grannskoðaravirkinum er full av fyrivarnum, metingum og gitingum, men fáum skjalfestum prógvum og niðurstøðum.
Alt í alt metir verjin, at ákæruvaldið einki hevur prógvað og at ov nógv ivamál eru knýtt at málinum, til at ákærdi kann dømast fyri nakað í mállinum.
Dómur fellur mikudagin í næstu viku.