Narkopolitiið fann 34 skunkplantur heima hjá ákærda manninum, og umframt tað vórðu eisini funnin 859 hampfræ.
Av tí at planturnar vóru heystbúnaðar metti ákærin, at tað var forsvarligt at nýta meðaltalið hjá Rættarkemisku Deild upp á 46 gramm fyri hvørja plantu. Hann segði tí, at tær 34 planturnar av skunki svaraðu til 1.564 gramm av hassji.
Tá tað kom til hampfræini vísti Stefan Møller Jørgensen á dómin í danska hægstarætti í 2002, har ein ákærdur varð dømdur fyri roynd at framleiða narkotika.
Tann ákærdi hevði keypt eina røð av fult lógligum oljum, men settar saman kundu oljurnar gerast til narkotina, og tað var maðurin dømdur fyri.
Stefan Møller Jørgensen segði tí, at tað var mest sannlíkt, at ákærdi maðurin ætlaði at brúka hesi hampfræ at seta niður og harvið framleiða skunk.
Út frá einum meðaltali vísti ákærin á, at tey 859 hampfræini kundu væntast at geva 351 honplantur, sum so aftur vildu givið við áðurnevnda meðaltali á 46 gramm hassj fyri hvørja plantu, 16.146 gramm av hassji, ella oman fyri 16 kilo.
Stefan Møller Jørgensen mælti tí til, at revsingin ikki bleiv undir eitt ára revsing. Hann segði, at málið var vorðið heldur gamalt, og tí mátti roknast við, at ákærdi fekk ávísa rabatt, men helt kortini, at eitt ár var rímilig revsing.
Sum heilivág
Verjin, Bjørn á Heygum, var ikki óvæntað ósamdur við ákæran.
Han vísti í fyrsta syfti á, at tann ákærdi roykti hassj sum ein lið í eini heilivágsviðgerð, tí ákærdi hevði ymiskan skavankir, og tað skapti linna hjá honum at roykja hassj.
Síðani vildi Bjørn á Heygum vita, um tað ber til at døma nakran upp á eitt meðaltal.
Hann vísti á, at teir royndu dyrkararnir í Føroyum tosaðu um 10-14 gramm úr hvørjari plantu og í besta føri 20-30 gramm. Kortini sigur meðaltalið hjá Rættarkemiskari Deild 46 gramm.
Hartil vísti verjin á, at THC virði í hvørjari plantu varierar heilt frá niður í 1% og upp í 35%.
- Og tí ber ikki til at tosa um meðalvirði, helt Bjørn á Heygum.
Hann segði, at framleiðslukostnaðurin í sambandi við eina skunkplantagu var so mikið lágur, og tí hava menn lyndi til at gera tær í størra lagi. Men hetta kundi ikki leggjast til grund fyri, at nøgdin var ein ætlan um at selja hassj.
Ákærdi fekk seinasta orðið og hann helt fast við, at talan bert var um egna nýtslu. Hann segði eisini, at hann nýtti hassjið sum heilivág, tí tað gav honum góðan linna.
Bjørn á Heygum mælti til, at revsingin allarhægst gjørdist tveir mánaðir.










