Krevur dirvi at finna semjur

- Tað ber bert til at finna breiðar semjur, um politisku leiðararnir hava hegni og dirvi til at gera hesar semjur.

Tað sigur løgtingskvinnan Bjørt Samuelsen í samrøðu við Sosialin

Politikarar leggja í talu ofta upp til breiðar semjur um tey stóru málini í føroyska samfelagnum, men royndirnar vísa, at tað er ógvuliga trupult at finna tær stóru og breiðu semjurnar í føroyskum politikki um eitt nú stjórnarskipan, pensjónsnýskipan, fiskivinnunýskipan, heilsuverkið og onnur stórmál.

- Tú mást lata nakað, og tú mást seta nakað í veð fyri at fáa breiðar semjur, og arbeiðið má byggja á annað enn populismu. Søguliga eru tað júst teir leiðararnir, sum tordu at finna semjur, sum hava broytt mest, sigur Bjørt Samuelsen.

- Tað virkar, sum at politikarar og flokkar leggja størri orku í at dyrka leiklutin sum anstøða móti samgongu, og at koma fram við persónligum sjónarmiðum heldur enn at leggja orkuna í at loysa samfelagavbjóðingarnar og finna semjur í teimum truplu málunum.

-  Flokkarnir mugu finna aftur til sítt grundarlag og sína ideologi og kjakast út frá henni. Vit mugu vita, hví vit vilja hava eitt ávíst samfelag, og hví vit vilja gera broytingar. Tað kann ikki bara snúgva seg um politiskan løtuvinning, og um at dyrka ósemjurnar til persónligan fyrimun, sigur Bjørt Samuelsen.

Longri samrøða við Bjørt Samuelsen kann lesast í Sosialinum, sum kom út í gjár.