Føroysk Miðlafólk krevur í dag, at Kringvarp Føroya alment dokumenterar ella avsannar ákærurnar móti tíðindafólkunum í Miðlahúsinum, um at tey skulu hava tikið móti muturi Í sendingini Álvaratos fríggjadagin 9. apríl leggur verturin Jákup Magnussen Rás 2/starvsfólk á Rás 2 undir at hava tikið móti pengum fyri at bera fram ávís tíðindi.
Føroysk Miðlafólk, sum er fakfelagið hjá øllum tíðindafólkunum, sigur, at vegna limir okkara í Miðlahúsinum krevja Føroysk Miðlafólk, at Kringvarp Føroya í stundini annaðhvørt alment dokumenterar hetta uppáhald ella avsannar tað.
- Talan er um eina sera grova skuldseting, sum skaðar trúvirðið hjá øllum tíðindafólkunum í Miðlahúsinum, sigur fakfelagið hjá tíðindafólkunum.
Føroysk Miðlafólk undrast tó eisini á, at arbeiðsgevarin ikki beinanvegin fór út alment fyri at verja síni starvsfólk.
- Vit skulu gera vart við, at limaskapur í Føroyskum Miðlafólki er treytaður av, at leiðreglurnar um góðan fjølmiðlasið verða fylgdar. Tað merkir millum annað, at limir okkara ikki mugu lata seg keypa ella á annan hátt ávirkast til at bera ávís tíðindi.
Tí taka vit tað sum eina sjálvfylgju, at limir okkara í Miðlahúsinum lúka hesar treytir, sigur felagið.
- Undir øllum umstøðum heldur nevndin í Føroyskum Miðlafólki, at tað er óetiskt og ikki í samsvar við góðan fjølmiðlasið at framseta slíkar grovar skuldsetingar sum tær í sendingini Álvaratos uttan at skjalprógva uppáhaldið í somu sending, staðfestir nevndin í Føroysk Miðlafólk.