Verður Hendrik Old valdur á ting leygardagin, skal hann taka undir við tilfeingisgjaldi, hvussu so víkir og vendir.
Tað staðfestir Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins.
Hægsta vald í Javnaðarflokkinum hevur samtykt, at tileingisgjald skal ásetast. Men sum vit vístu á í Portalinum í morgun, men eitt av fremstu valevnum sátt iva um politikkin hjá flokkinum, tí á almennum valfundi í Vág í gjárkvøldið gjørdi hann púra greitt fyri tendraðari mikrofon, at hann fer aldrin at taka undir við tilfeingisgjaldi.
Men Aksel V. Johannesen staðfestir, at tað kann ongin ivi vera um, at allir løgtingslimir hjá flokkinum skulu góðtaka politikkin, sum flokkurin hevur samtykt.
- Tað skal Hendrik Old eisini, verður hann valdur, staðfestir Aksel V. Johannesen.
Tað er ongin ivi um, hvat politikkurin hjá Javnaðarflokkinum er, tí hann er samtyktur av hægsta valdi í flokkinum.
Politikkurin hjá Javnaðarflokkinum er, at eftir 2018 skal øll fiskivinnan rinda tilfeingisgjald. Men fram til 2018 skulu øll skip rinda eitt avreiðingargjald, sum er størri, tá ið tey avreiða uttanlands og minni tá ið tey avreiða í Føroyum fyri at eggja teimum at avreiða fiskin til virkingar í Føroyum og skapa arbeiðspláss her.
- Hetta er politikkurin, sum flokkurin fer at føra og hetta er politikkurin, sum eisini Hendrik Old skal føra, verður hann valdur.
Formaður Javnaðarfloksins heldur, at tað er sera óheppið, at ávís valevni føra sjónarmið fram, sum eru beinleiðis í stríð við almenna politikkin hjá flokkinum.
Hann ásannar eisini, at verður Hendrik Old valdur, og tvíheldur hann um at vera ímóti tilfeingisgjaldi, hevur Javnaðarflokkurin ein trupulleika, sum verður tikin upp, skuldi hann uppstaðið.