Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í Almanna- og Heilsumálum frøist um, at forkvinnan í Dáturáðnum, Turið Debes Hentze, vísir skuldsetingunum aftur. Kortini sigur hann seg framvegis vilja hava eina almenna fráboðan, har skuldsetingarnar verða tiknar aftur.
- Tað hevði verið ómetaliga harmiligt fyri alla talgildu journalskipanina, um ivi varð sáddur um trygdina, longu áðrenn hon er farin at virka, sigur landsstýrismaðurin. Og hann greiðir frá, at fyri hann hevur tað stóran týdning, at álit er um skipanina.
- Ikki minst fyri øll starvsfólkini, sum koma at arbeiða við henni, og fyri sjúklingarnar, sum skulu vera hundrað prosent vísir í, at ongir upplýsingar koma í skeivar hendur, sigur Hans Pauli Strøm.









