Krevur 80.000 kr. fyri at flyta skúlabørn til og úr Suðuroy

?Strandferðslan setir so stór, peningalig krøv, at tað verður ómøguligt at halda skúlaítróttardag nakra aðrastaðni, enn í Havn, sigur formaðurin í ítróttarlærarafelagnum

 

Skúlaítróttur


Skúlaítróttardagurin, sum skuldi verða í Suðuroynni mikudagin 6. juni, er nú avlýstur.

Orsøkin er, at Strandferðslan hevur sett so hørð krøv, at tað ber snøgt sagt ikki til at hava dagin.

Skúlaítróttardagurin er fyri børnini í 6. flokki í øllum Føroyum.

Fyrireikararnir í Suðuroynni hava arbeitt leingi við at fyrireika dagin fyri teimum 600 børnunum, sum tilsamans manna sættu flokkarnar kring landið.

Ætlanin er at hava ítróttardagin bæði í Vági og á Tvøroyri, so at 300 børn eru á hvørjum staði.

Sum vant, er tað Strandferðslan, sum tekur sær av at flyta næmingarnar úr øllum Føroyum til og frá ítróttardegnum.

Men nú hevur Strandferðslan sett fyrireikarunum so harðar treytir fyri at taka sær av hesum flutninginum, at tey hava gjørt av at avlýsa dagin.

Strandferðslan vísir á, at túrurin til Suðuroyar kostar Strandferðsluni pening.

? Tí heldur Strandferðslan tað vera rætt at tryggja sær eina ávísa upphædd fyri at flyta næmingarnar frá teimum ymsu skúlunum, til og úr Suðuroynni. Mett verður, at 80.000 krónur er minsta mark fyri at flyta næmingarnar um alt landið, stendur í skrivi, sum fyrireikararnir hava fingið frá almenna flutningsfelagnum.


Aldrin fyrr

Tey, sum hava fyrireikað ítróttardagin siga, at hetta var sum at fáa eina kalda pøs í høvdið.

?Hetta eru treytir, sum vit ongan møguleika hava at eftirlíka, sigur Karin Maria Thorsteinsson, lærari á Tvøroyri, sum er ein av fyrireikarunum.

Tí hava tey nú gjørt av at avlýsa dagin.

Hon heldur, at hetta er ómetaliga spell, at hetta skal vera komið upp nú, tí hetta er eitt tiltak, sum bara er fyri sættu flokkarnar og tí er tað bara einaferð í lívinum, at børnini fáa hetta upplivilsið.

?Hetta hendur í teimum døgum, tá ið so nógv verður tosað um økismenning og útjaðarapolitikk. Men hetta er so bara eitt prógv um, at tá ið tað kemur til stykkis, er hetta tann beri orðaskvaldur.

Torfinn Højgaard, sum er formaður í Ítróttarlærarafelag sigur, at hetta hava tey aldrin verið úti fyri fyrr frá Strandferðsluni.

?Vit hava havt ítróttardag síðani 1989 og Strandferðslan hevur altíð tikið sær av flutninginum. Teir ymsu partarnir í landinum hava skiftst um at skipa fyri degnum, men vit hava ongantíð áður fingið eykarokning fyri flutningin, sigur hann.

Hann sigur, at verður hetta mannagongdin, dettur hetta tiltakið helst niðurfyri- í hvussu so er, fer tað ikki at bera til at skipa fyri ítróttardegi aftur nakrastaðni uttanfyri Havnina.

?Hetta er einasta felags tiltak, sum fólkaskúlin hevur, og alt arbeiðið, sum verður lagt í tað, er sjálvboðið og ókeypis. Tað mesta, vit kunnu vænta at fáa til dagin, eru einar 10.000 krónur frá Undirvísingar og Mentamálastýrinum til beinleiðis útreiðslur av tiltakinum, eitt nú til at keypa útgerð og vørur fyri. So at krevja eyka pening frá okkum fyri at at flyta næmingarnar aftur og fram, er tað sama sum at avhøvda tiltakið, sigur Torfinn Højgaard.