Ákærin í rættarmálinum móti grønlendaranum, sum tók lívið av Birnu Brjánsdóttir, sum hvart úr Reykjavík 14 januar og síðani var funnin við Selvogsvita 22. januar, hevur í dag sett fram síni krøv til dómaran.
Hennara krav er, at maðurin verður dømdur til 18 ára fongsulsrevsing fyri drápið og fyri royndirnar at smugla rúsevni.
Í framløgu síni heitti hon á dómaran, um at døma grønlendarar 16 ára fongsulsrevsing fyri drápið og tvey ár afturat fyri rúsevnini. Maðurin er ákærdur fyri at royna at smugla 23 kilo av cannabis til Grønlands umvegis Ísland.
Ákærdi grønlendarin hevur sitið varðhaldsfongslaður síðani 19. januar, undir illgruna fyri at hava dripið Birnu Brjánsdóttir.