Tað skuldi verða hjúnarbandið sum tryggjaði visión 2009, men tað endaði við beiskari ósemju, sum endaði í einum sakarmáli.
Føroya Rættur byrjaði í morgun upp á sakarmálið, sum Tony Paris hevur reist móti KÍ. Ella S/pf Kí.
Málið er rímiliga torgreitt, tí uppruna smáttmálin varð undirskrivaður í august 2005 millun Tony Paris og S/pf KÍ Fyriskipan. Seinni, 18. august 2005, varð sáttmáli skrivaður av nýggjum, so talan í veruleikanum var um tvir sáttmálar.
Undir vitnisfrágreiðing síni greiddi Tony Paris frá, at tað var táverandi formaðurin í KÍ, sum skjeyt upp, at lønin varð goldin út í tveimum, ein triðingur skuldi gjaldast á konto hjá venjaranum í Føroyum, meðan tveir triðingar skuldu gjaldast á konto í USA.
Orsøkin til hetta var, at sum amerikanari kann tú forvinna 85.700 dollarar uttanlands, áðrenn tú byrjar at rinda skatt. Sum kunnugt er skatturin rættiliga høgur í Føroyum, og skuldi Tony Paris fáa somu nettoløn, mátti bruttolønin vera nógv hægri.
KÍ-leiðslan við S/pf KÍ Fyriskipan á odda bjóðaðu nú amerikanska venjaranum 75.000 dollarar um árið, men hetta kundi Tony Paris ikki góðtaka, tí so fór hann niður í løn. Semja varð tí gjørd um 100.000 dollarar um árið, útgoldnar sum oman fyri nevnt.
Kundi ikki uppsigast
Fyrsti sáttmálin ljóðaði upp á 40 ferðir 6.500 dollarar, hin seinni altso 100.000 dollarar um árið.
Men so hendir tað í mai 2006, at S/pf KÍ Fyriskipan fer av knóranum, og tí ikki longur partur av sáttmálanum við Tony Paris. Nýt felag verður so sett á stovn, S/pf KÍ – ikki at rokna sum KÍ – og 15. mai 2006 verður ískoytissáttmáli undirskrivaður millum S/pf KÍ og Tony Paris sum sigur, at nýggja felagið yvirtekur skyldurnar í sáttmálanum við S/pf KÍ fyriskipan.
So far so good. Sáttmálin var rættiliga umfatandi, tí Tony Paris frá tíðini í 1999 ikki hevði so góðar royndir við smálutunum kring felag og felagsviðurskifti. Eitt nú skuldi KÍ útvega hús og halda hita, el, internet og bil. Men hetta gekk sambært Tony Paris illa, og fyrstu 10-12 vikurnar í Føroyum í 2006 mátti hann búgva á Sjómansheiminum.
Tveir flogferðaseðlar skuldu veitast honum við byrjan og enda av kappingarárinum, men sum skiltist hevði eisini verið trupulleikar við teimum.
Og sum rosinan í pylsuendanum kundi sáttmálin ikki uppsigast fyrr enn í fyrsta lagi 1. januar 2008 og tá við seks mánað freist, og tá kom ein bót á 50.000 dollarar í gildi. Tó kann sáttmálin uppsigast um so er, at annar parturin brýtur hann ella misheldur hann.
Og tað er hetta seinna, ið KÍ pástendur er tilfeldið.
Nógv dokumantatión
Tað var ein tjúkkur stakkur av skjølum, ið vóru løgd fram fyri dómaran, Jóannes Madsen. Nógv orðaskifti var aftur og fram millum Tony Paris og ymsar høvuðspersónar í KÍ og S/pf KÍ, serliga um e-mail.
Nevndarformaðurin í S/pf KÍ, Aksel V. Johannesen, hevði áhaldandi samband við venjaran, serliga um miðan juli mánað í 2007. Beint eftir eitt tap 13. juli, har ein av leikarunum hjá KÍ hevði víst ósømiligan atburð, var dúgligt samskifti millum nevndarformannin og venjaran, har tann fyrri harmast um gongdina og inniliga vónar, at tað ikki kemur hartil, at teir noyðast at siga Tony Paris úr starvi.
Samskiftið fer framm dagarnar 14. 15. juli, og á fundi seinni 15. juli verður Tony Paris so sagdur úr starvi. Sambært venjaranum og sakførara hansara, Jens Wang, var grundgevingin hon, at leiðslan ikki longur trúði upp á, at Tony Paris kundi venda ringu gongdini. Tað vóru soleiðis úrslitini, ið ikki vóru nøktandi.
Seinni hevur KÍ tó víst á, at tað var mishald av sáttmálanum, ið førdi til uppsøgnina. Víst var á, at Tony Paris hevði havt eitt starv við síðuna av hjá fyrrverandi felagið í Florida, St. Pete Raiders. Hetta var tó víst aftur av sakføraranum hjá Tony Paris umvegis eitt bræv frá stjóranum í nevnda felag sum greiddi frá, at tá Tony Paris kom til Føroya høvdu tey spurt um loyvi framhaldandi at nýta navnið hjá honum á heimasíðu teirra »for cosmetic purposes«.
Uppsagnargrundirnar hjá KÍ eru nú listaðar sum:
• Samstarvstrupulleikar
• Illoyalitetur móti nevnd og leiðslu
• Brot á sáttmála
Viðmæli frá Bobby Robson
Eftir at dokumentatiónin var fingin frá hondini, settist Tony Pars í vitnisstólin.
Hann greiddi frá, at hann sum ungur drongur byrjaði í Chelsea, har hann var í aldrinum 12 til 15 ár. Síðani kom hann til Ipswich Town sum ungdómsleikari, og júst hetta fekk nakað av umtalu í rættinum.
Í samskifti millum sakførfararnar hjá KÍ og Tony Paris førdu fyrrnevndu fram, at Tony Paris segði ósatt í sínum cv, tá hann pástóð, at hann hevði spælt við Ipswich. Tað høvdu sakførararnir kannað, og eingin í Ipswich segði seg kenna nakað til Tony Paris.
Hesum vísti Jens Wang aftur og kundi enntá vísa liðmynd av Ipswich-liðnum, har Tony Paris var á. Hann spældi í Ipswich saman við so frægum leikara sum Kevin Beattie.
Og tá vit eru við celebrities kundi sakførarin hjá Tony Paris leggja fram í rættinum eitt viðmælisbræv frá sjálvum Sir Bobby Robsen, sum andaðist fyri nøkrum mánaðum síðani.
Arbeitt var beint eftir uppsøgnina við einari ætlan um eitt endurgjald, men hetta vann ikki frama. Nú pástendur KÍ, at sáttmálin var gjørdur við S/pf KÍ Fyriskipan, og tá tað felagið ikki er til longur, er heldur eingin sáttmáli, og tí hevur felagið heldur onga skildu at rinda Tony Paris nakað endurgjald.
Primera kravið frá Tony Paris er 260.000 dollarar, sum er upphæddin fyri restina av sáttmálaskeiðinum, umframt 35.000 danskar krónur fyri vantandi húsaleiðu.
Subsistuert er kravið 220.000 dollarar, sum er upphæddinfrá uppsøgnini fram til 30. juni 2008, ið er fyrsti dagur ein uppsøgn kundi komið í gildi. Tá eru teir 50.000 dollararnir, ið fylgja við einari uppsøgn, íroknaðir. Eisini í hesum førinum verða kravdar 35.000 krónur fyri húsaleigu, og í báðum førum verður KÍ kravt at rinda sakarmálskostnaðin.
Seinnapartin verða fleiri vitnir førd, og enn er ikki greitt, nær málið verður tikið upp til dóms.
Tony Paris heldur ikki, at tíðin frá 2006 og fram til 15. juli 2007 var so hugalig í Klaksvík