Krevjið inn vegskattin sum gjald á brennievni

Kringvarpið og Portalurin kunngjørdu herfyri, at ferðslan í Føroyum er økt munandi tey seinastu árini. Av somu orsøkum slítast vegirnir munandi og krevja meiri viðlíkahald og meiri játtan til viðlíkahald av landsvegunum

Í hesum sambandi havi eg hug at koma við nøkrum hugleiðingum.

Hví hava okkara landspolitikkarar so ringt við at taka seg saman um at koma við onkrum skilagóðum uppskoti, sum gagnar øllum Føroya landi. Ella eitt uppskot, sum gagnar Palleba og Marsannu, sum alt ov ofta standa við sviðusoð, tí politikararnir tykjast, alt ov ofta, ikki at duga sær hógv, men tykjast hugsa meiri partapolitiskt og tað, sum er best fyri teirra flokk.

Til dømis eitt uppskot um broyting av vegskattaskipanini.

Tað kundi verið gjørt upp á ein nógv skilabetri máta enn við teirri núverandi skipan. Man kundi kravt vegskattin gjøgnum brennievnið. So hvørja ferð man bunkraði akfarið, so fór eitt ávíst gjald til vegskatt.

Tað eru fleiri fyrimunir við hesum:

 

1:

Á henda hátt hevði Akstovan spart nógva umsitingarliga orku. Í núverandi skipan kannar Akstovan, hvørji akfør skylda vegskatt. Hettar verður gjørt tvær ferðir um árið. Er tað so, at ein eigari av einum akfari ikki hevur eina "fastgjaldsskipan" gjøgnum bankan, so fær eigarin eina rokning sendandi.

Hevur eigarin ikki goldið, so fær hann ein rykkjara, síðani 2. rykkjara og so 3. rykkjara.

Um so er at viðkomandi framvegis ikki hevur goldið, so sendir Akstovan eitt skriv til lokalu løgregluna við áheitan um at taka nummarspjøldrini. (er tað eitt akfar í Eysturoynni, sum skyldar veskatt, so fær løgreglan í Eysturoynni sakina til viðgerðar HYPERLINK "http://o.s.fr/"o.s.fr.)

Mitt í øllum so hevur viðkomandi kanska goldið vegskattin, og Akstovan má senda enn eitt skriv til løgregluna um at strika tøku av nummarspjøldurunum, tí viðurskiftini eru fingin í lagi.

Sum tit síggja, so krevur tað nógva óneyðuga umsitingarliga orku og tíð hjá Akstovuni at halda skil á.

 

2:

Løgreglan hevði eisini verið nógv spard, og kundi nýtt tíðina til okkurt skilabetri, enn at leita eftir nøkrum plátum at klippa.

Sum omanfyri nevnt, so kann viðkomandi hava goldið vegskattin, meðan løgreglan leitar eftir nummarspjøldrunum. Tað tekur sína tíð at bóka eitt gjald, og tí kann tað koma fyri, at løgreglan "av órøttum" klippir spjøldrini av einum akfari.

 

3:

Landsverk hevði sloppið undan at goldið ómaksgjald til Akstovuna fyri tað umsitingarliga arbeiðið, sum er av teirri núverandi skipan.

 

4:

Økta ferðslan, sum Kringvarpið og Portalurin kunngjørdu hendan dagin, eru helst tey útlendsku akførini, sum á hvørjum árið í hópatali koma á okkara leiðir. Við skipanini eg tosi um, høvdu øll útlendsk akfør verið við til at goldið vegskatt. Meira peningur hevði verið til at víðlíkahalda vegirnar við, tí Landsverk hevði fingið vegskatt frá útlendsku akførunum. Eisini er vert at nevna tann pening, sum Landsverk hevði spart fyri ómaksgjald til Akstovuna.

 

5:

Bankanir høvdu helst eisini verið fegnir um eina tílíka skipan, sum í dag kanska fyllir alt ov nógv í teirra dagliga arbeiði.

 

6:

Munurin á vegskatti á benzin- og dieselakførunum hevði verið tileinkisgjørdur. Í dag er tað dýrari at hava eitt dieseldrivið akfar standandi í túninum, hóast nærum eingin munur er á liturprísunum á benzin og diesel.

 

7:

Tann meinigi føroyingurin "hevði sloppið undan eini eykarokning" og samstundis sloppið undan at gloymt at goldið vegskatt. Givið er, at hjá summum, serliga barnafamiljum og pensionistunum, er tað kanska tungt at skula gjalda vegskattin og velja tey kanska tí viðhvørt at síggja burtur frá rokningini, og útseta tað, til tey hava ráð.

 

Eitt gott ráð: stovnið eina fíggjarkonto, so eru ongantíð trupulleikar hesum viðvíkjandi.

Alt í alt høvdu fleiri stovnar spart sera nógva umsitingarliga orku við hesum. Tann meinigi føroyingurin hevði fingið eina betri tilveru, tí ongin ógoldin "eykarokning" lá og tyngdi sinni.

Vælsignaðir landspolitikkarar, takið tykkum saman og leggið ikki so nógva orku í, um tað er andstøðan, samgongan ella ein ávísur flokkur, sum leggur fram eitt betri uppskot, enn tit sjálvir, ella "fáa heiðurin" fyri uppskotið. Fegnist heldur um uppskotið, um tað er gagnligt fyri Føroya fólk, sum hóast alt hevur valt tykkum at umsita okkara land.

 

p.s. minnist meg rætt, so tosaðu nærum øll valevnini um at avtaka mvg og avtaka/minka oljuavgjaldið fyri at lætta um korini hjá barnafamiljunum og pensionistunum. Hvat gera tit nú, nú tit sita har og hava møguleikan at gera tað?

Við virðing og vón um, at tit taka hettar skrivið til eftirtektar.