Krevja varðhaldsfongsling longda

Kriminalpolitiið boðar í dag frá, at teir 19. Desember funnu dna-leivdir í Norðoyatunlinum, sum kanningar nú hava staðfest stava frá Dánjal Petur Hansen, vanliga nvndur Piddi.

Hetta má metast sum eitt frambrot í kanningunum, tí alment er hetta fyrsta prógvið, sum við vissu staðfesir, at Piddi er tikin av døgum.

Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini, heitir í tíðindaskrivi í dag á fólk, um at boða løgregluni frá, hava tey sæð nakað til silvurgráa Skoda Fabia bilin í ella nærhendis Norðoyatunlinum.

Spurdur, hví poitiið framvegis heldur nummarplátuna á Skoda Fabia bilinum loyniliga sigur Bergleif Brimvík, at tað er soleiðis teir hava valt at gera tað.

Avdúkingin av dna í Norðoyatunlinum kemur dagin fyri, at varðhaldsfongslingin av 32 ára gamla manninum gongur út. Tí verður rættarfundur aftur í morgin.

- Vit fara at krevja skuldsetta mannin framvegis varðhaldsfongslaðan á rættarfundinum i morgin, sigur Bergleif Brimvík, kriminalovasti.