Krevja vakmyndatól til landsdystir

Dátueftirlitið hevur givið loyvi til, at vakmyndatól verða nýtt á Tórsvølli

Dátueftirlitið fekk í 2017 fráboðan frá Fótbóltssambandi Føroya í sambandi við, at ætlanir vóru um at seta upp vakmyndatól á Tórsvølli, sum skuldu vísa áskoðaraøkini inni á stadion og inngongdir til stadion. Endamálið við vakmyndaskipanini var sambært fráboðanini at betra um trygdina á Tórsvølli í sambandi við landsdystir og størri tiltøk. Tað vísir ársfrágreiðingin hjá Dátueftirlitinum, sum fyri stuttum gjørdist almennt. 

 

 

Dátueftirlitið spurdi í hesum sambandi, um FSF skal lúka nakrar serligar reglur hjá FIFA/ UEFA viðvíkjandi trygd á Tórsvølli. FSF svaraði sambært ársfrágreiðingini, at felagið, sum fyriskipari av altjóða landsdystum, skal yvirhalda treytir settar av UEFA, og at tey áður hava fingið undantaksloyvi frá hesum krøvum, men nú hava fingið boð um, at halda hesar treytir heilt.

 

- FSF upplýsti, at nýggju vandarnir, ið hava verið at sæð til altjóða fótbóltsdystir seinastu árini, (yvirgangsatsóknir og vaksandi harðskapur millum fótbóltsáskoðarar), hava ført við sær, at UEFA nú krevur, at allir leikvallir, ið verða nýttir til A-landsdystir, Champions League og Europa League, skulu hava nýmótans vakmyndatólsskipan, skrivar Dátueftirlitið. 

 

 

Samskift var síðani um, hvussu vakmyndatólini skulu vísa, fyri at vera lóglig, og skuldi okkurt vakmyndatól flytast í hesum sambandi.

 

- FSF fekk eftirfylgjandi loyvi til at taka umrøddu vakmyndatól í nýtslu, og bleiv í hesum sambandi álagt teimum at seta sjónlig skeltir upp til tess at gera vart við eftirlitið, hetta tí vakmyndaeftirlitið á Tórsvølli er rættiliga víðfevnt, sigur Dátueftirlitið í ársfrágreiðingini