Krevja umval í Haiti

Hóast útslitið av forsetavalinum í Heiti í gjár ikki verður almannakunngjørt fyrr enn tann 20. desember, hava 12 av teimum 18 valevnunum longu kravt umval. Tey 12 siga, at valið var merkt av umfatandi sviki, og at tey tí ikki kunnu viðurkenna tað úrslitið, sum valnevndin fer at koma við. Millum teirra, sum krevja umval, er høvuðsvalevnið hjá andstøðuni, Mirlande Manigat.

Fleiri túsund fólk gingu í gjár mótmælisgongu í høvuðsstaðnum Port-au-Prince og kravdu umval. Tey vildu vera við, at tann almenna valnevndin er í parti við einum ávísum valevni.

Politiskir eygleiðarar í Haiti siga, at tað verður uttan iva neyðugt við umvali, sama um talan er um svik ella ikki, tí teir halda ikki, at nakað av valevnunum fekk meiri enn 50 prosent av atkvøðunum í gjár.