Krevja umbering frá Vágaportalinum

Vágaportalurin hevur um vikuskiftið funnist at Heðini Mortensen fyri at lata ov nógvar útlendingar seta dám á ólvasøkuna. Ólavur í Beiti skrivar m. a. soleiðis:

»Á tjóðarhátíð okkara fann núverandi javnaðarmaðurin og fyrrverandi sambandspolitikarin Heðin Mortensen ongan annan røðara at seta Ólavsøkuna enn ein mann sum tosaði við kraftigari norskari dialekt og eina løtu seinni setti hann ein íslending at syngja "Tíðin rennur sum streymur í á", sum allir føroyingar við sangtalenti kundu klára nærum eins væl, men á tryggari føroyskari malsligari grund.«
Hetta sjónarmið hevur so elvt til, at ein Facebookbólkur er stovnaður, sum krevur, at Vágaportalurin biðjur Njál Djurhuus um umbering.
Heri Eysturlíð, sum er stigtakari, sigur soleiðis: »Undir yvirskriftini "Útlendska hertøkan í Føroyum heldur fram" leggur ein huldumaður á Vágaportalinum eftir Njál Djurhuus fyri hansara "kraftigu norsku dialekt". Hetta er so langt úti og andstyggiligt, at tú vamlast!
Væl hava vit skrivifrælsi, men bløð og portalar hava onga skyldu at prenta alt, ið verður sent teimum. Tí eigur Vágaportalurin at biðja heiðursmannin Njál Djurhuus um umbering!«