Suðuroyarsiglingin
Smyril skal sigla tríggjar túrar um dagin ímillum Havnina og Suðuroynna.
Tað er kravið frá suðuroyingum.
Á almennum fundi um samferðsluna ímillum Suðuroy og Havnina í Vági mánakvøldið, samtykti fundarfólki eina yvirlýsing, sum er send landsstýrinum og løgtinginum.
Í yvirlýsingini verður fegnast um, at samferðslan um Suðuroyarfjørð hevur fingið ein munandi bata við nýggja Smyrli.
Men fundarsamtyktin sigur eisini, at Smyril eigur at sigla minst tríggjar túrar um dagin ímillum Suðuroy og Havnina, hvønn dag í viku.
Liggja vit á hesum rímiliga framstigi, er alt ov lítið vunnið við nýggja skipinum, sigur fundarfólkið.
Oyggjasamfelagið Føroyar er fyri stórum broytingum, og um stutta tíð hava 85% av føroyingum fingið fast samband við hvønnannan á nátt sum degi.
Samanbera vit túratøl á øðrum leiðum og føstu sambondini, sum taka seg upp undir firðunum, gerst Suðuroyggin álvarsligur eftirbátur í samfelagsmenningini, um vit binda nýggja íløguna við bryggju, heldur enn at brúka hana.
Fundurin krevur tí av politisku myndugleikunum, at túratalið verður økt beinanvegin við einum túri hvønn dag í viku, stendur í yvirlýsingini.