Krevja tilbúgving til oljuvinnuna

Grønlendska fiski- og veiðimannafelagið KNAPK vil hava tann politiska myndugleikan til at herða trygdarreglurnar í sambandi við oljuleiting í grønlendskum sjógvi. Felagið sigur at ein oljuleki í grønlendskum sjóøki kann fáa vanlukkuligar avleiðingar fyri fiskileiðirnar.

Felagið vísir í hesum viðfangi á vanlukkuna við tangaskipinum Exxon Valdez í Alaska fyri 21 árum síðani. Har gjørdi dálkingin, at fiskurin í Alaskaflógvanum hvarv við tí úrsliti, at tað framvegis ikki ber til at reka vinnuligan fiskiskap har.

KNAPK og onnur grønlendsk fakfeløg krevja, at landsstýrið ger eina tilbúgvingarskipan, áðrenn ein møgulig oljuvinna fer í gongd í grønlendskum sjógvi.