Andras L. Samuelsen, formaður í Føroya Lærarafelag sigur í viðmerking til nevndarvalið á aðalfundi felagsins, at slíkum kann ein rokna við.
- Tveir nevndarlimir vórðu skiftir út, so onkur er, sum ikki er nøgdur, heldur Andras L. Samuelsen, sum viðgongur, at hetta ikki júst er nøkur álitisváttan til nevndina.
- Tað er annars heldur tilvildarligt, hvat ónøgdin snýr seg um. Onkur blæsir okkurt smátt upp, uttan at taka heildina í nevndararbeiðinum við. Eg má viðganga, at tað snúði seg ikki um nakað seriøst álop á arbeiðið, ið nevndin hevur gjørt, sigur Andras L. Samuelsen.
Nýggja nevndin hevur ikki skipað seg enn. Tað áliggur fyrst valda nevndarliminum at kalla inn, og tað er í hesum føri ein nýggjur limur. Andras L. Samuelsen sigur, at fíntejing hevur verið, og hon broytti ikki nevndarvalið.
Upplegg til samráðingar
- Uppleggið til lønarsamráðingar varð gjøgnumgingið á aðalfundinum, men hetta er rúgvusmikið upplegg, ið tekur øll viðurskifti við, ið liggja á láni millum Landstýrið og Føroya Lærarafelag, sigur Andras L. Samuelsen, sum ikki vil í fjølmiðlarnar við ov nógvum smálutum.
- Men vit hava almenn krøv. Til dømis hava vit kravt, at vit fáa lønarmissin aftur, og tað snýr seg um, at lønin í dag átti at verið 8,5% hægri, um ikki lønarsteðgur kom í gildi. At fáa hetta aftur er minsta krav. Tað vit so hava mist síðani 1994, svarar til einar 50.000 - 65.000 krónur hvør einstakur lærari sær. Hetta verður eisini eitt krav at fáa aftur, men eitt sakarmál gongur sína gongd viðvíkjandi hesum, men nú verður kravið tikið uppaftur, sigur Andras L. Samuelsen.
Tey 8,5% er bert tað, ið er mist. Afturat kemur prísvøksturin var í fjør, tað var 4,7%. Og síðani koma eisini prístalsbroytingar komandi 2 árini og landstýrið hevur sagt, at hetta vanliga svarar til eini 4% í miðal árliga. Tað kom fram við seinastu samráðingar, sigur formaðurin í Føroya Lærarafelag.
Rís og rós
Andras L. Samuelsen harmast um, at hóast hann í formansfrágreiðing síni greiddi væl og virðiliga frá upplegginum, so varð hetta als ikki viðgjørt á aðalfundinum.
- Ístaðin fór tíðin við øðrum ársgomlum málum, ið onkur hevði hug at grava fram, sigur formaðurin, ið heldur hetta vera hugstoytt.
Andras L. Samuelsen, ið sum formaður hevur staðið á odda fyri nevndini, ið ikki fekk dyggan stuðul á aðalfundinum, fegnast tó um, at tað hóast alt var onkur á fundinum, ið hevði hug at rósa nevndini og segði, at nógv var hent, t.d. nýggjur sáttmáli og umflokking.
Hann fegnast um, at onkur gav nevndini gott skoðsmál.
- Men um ein sum formaður ikki fær dyggan, stuðul, so er tað nakað, ið ein bert má taka við, sigur Andras L. Samuelsen, ið væntar, at innkallað verður til nevndarfund í vikuni, har nýggja nevndin síðani skipar seg.









