Norska uttanríkisráðið vil nú hava eina frágreiðing frá amerikonsku myndugleikunum, eftir at tað er komið fram, at amerikanski herurin hevur nýtt norskar patrónir av slagnum MK 211 ímóti fólki.
Talsmaðurin hjá uttanríkisráðnum í Oslo, Karsten Klepsvik, sigur við NTB, at patrónirnar eru ætlaðar ímóti hernaðarakførum og ikki ímóti. Men sambært mannarættindafelagsskapum í Irak hava hermenninir nýtt tær ímóti fólki har. Sum skilst halda amerikanararnir ikki, at teir hava gjørt nakað skeivt, tí eftir teirra tykki kunnu patrónirnar eisini nýtast ímóti fólki.
Tveir politiskir flokkar í Noregi krevja nú, at norðmenn skulu gevast við at útflyta patrónir av hesum slagnum, til tær eru kannaðar nærri.