Lógin, samgongan ætlar at seta í verk, nú eldraøkið skal leggjast undir kommunurnar, gevur ikki teimum eldru nóg góða trygd fyri, hvørjar tænastu, kommunurnar skulu veita teimum.
Tað staðfestur felagið, Tign, sum varðar av øllum teimum, sum hava tørv á røkt.
Tað metir lógina meiri sum eitt ætlanarskriv enn sum beinleiðis krøv til kommunurnar fyri, hvørjar tænastur, tær skulu veita teimum eldru.
- Tey, sum hava tørv á røkt, kunnu sostatt ikki krevja heimahjálp, ella at sleppa á eitt røktarheim, tá ávísar treytir eru loknar.
- Tað verður tískil fíggjarstøðan hjá teimum einstøku kommununum, sum kemur at avgera tænastur og tænastustøði, staðfestir Tign. Felagið heldur eisini, at tað er neyðugt at áseta við lóg, hvussu nógv starvsfólk skulu vera á einum stovni fyri eldri
Hetta er neyðugt fyri at tryggja ta grundleggjandi røktarstigið.
Tað er alneyðugt at tryggja røktarstigið við lóg nú tað vísir seg, at hvørki eykajáttanir og leiðslubroytingar hava gjørt nakran mun fyri røktarstigið í gerandisdegnum. Somuleiðis krevur Tign, at tað verður tryggjað við lóg, at stovnar skulu kunna búfólk og avvarðandi, tá ið broytingar verða gjørdar á stovninum.
- Í seinasta spariumfarið vórðu ógvusligar sparingar framdar uttan nakra kunning.
Hetta hevði við sær, at búfólk og teirra avvarðandi høvdu ikki nakran møguleika at at mótmæla.
- Hetta er í veruleikanum ein stór hóttan móti røktarstiginum, sigur Tign.
|










