Stýrið fyri Vinnuframagrunnin vil hava landsstýrismannin í vinnumálum at koyra stjóran í grunninum úr starvi. Í klaguskrivi, sum Vágaportalurin endurgevur, sigur stýrið, at tað hevur ikki álit á stjóranum, Ólavi Arge, og at tað ikki kann samstarva við hann longur.
Stýrið vísir á fleiri dømi, har stjórin ikki hevur gjørt eftir boðum frá stýrinum, og í onkrum føri hevur stjórin tikið stig, sum hann skuldi havt spurt stýrið um fyrst.
-Samanumtikið er stýrið komið til ta niðurstøðu, at tað ikki ber til hjá stýrinum at samstarva við núsitandi stjóran. Stýrið hevur ikki álit á, at ætlanirnar hjá stýrinum um veruliga at nýta Vinnuframagrunnin til at menna nýskapandi vinnur og íverksetan í Føroyum kunnu setast í verk, so leingi núsitandi stjóri situr í starvi sínum.
Talan er um samstarvstrupulleikar, umframt at stýrið er av tí fatan, at stjórin beinleiðis mótarbeiðir ætlanunum hjá nýggja stýrinum. Hetta ger alt, at stýrið ikki metir seg kunna arbeiða víðari við núsitandi stjóra, skriva teir fimm stýrislimirnir, Regin W. Dalsgaard, Guðrið Andórsdóttir, Sissal Kristiansen, Kári Kallsberg og Suni á Dalbø.