Krevja sáttmála vegna limir í Kringvarpinum

Føroysk Miðlafólk, fakfelagið fyri journalistayrkið, kann ikki longur góðtaka, at føroyskir journalistar eru noyddir at gerast partur av stríðum hjá øðrum fakfeløgum. Føroysk Miðlafólk hava bara sáttmálar við limir sínar á privatu bløðunum og Rás2.

Sum støðan er í løtuni, umsitur Starvsmannafelagið sáttmálan hjá journalistunum í Kringvarpinum. Tí eru flestu starvsfólkini í Kringvarpinum eisini limir í Starvsmannafelagnum. Men bæði Fjølmiðlaábyrgdarlógin, Kringvarpslógin, Leiðreglurnar um góðan fjølmiðlasið umframt nýggi Public-Service sáttmálin krevja, at journalistar arbeiða óheftir av øllum seráhugamálum.

- Tí eru vit sannførd um, at tað er brot á hesar ásetingar, tá journalistar, sum virka undir hesum lógum, hava sáttmála við fakfeløg, ið hava onnur áhugamál. Hendan støðan ger seg inn á trúvirðið hjá journalistunum og fjølmiðlaetisku grundreglurnar, og tað kunnu hvørki journalistarnir ella restin av Føroya fólki liva við, sigur Anna Ellingsgaard, forkvinna í Føroysk Miðlafólk.

Sum dømi um støðuna nevnir hon eitt møguligt verkfall hjá Starvsmannafelagnum

- Tað er jú púra burturvið, at ein heilur journalistahópur ikki sleppur til arbeiðis at dekka eitt slíkt stórverkfall, tí journalistarnir sjálvir eru noyddir at fara í hetta verkfallið, sum teir annars hava skyldu at viðgera óheft, sigur Anna Ellingsgaard og leggur afturat

- Tá eru vit endað í eini støðu, har pressan í Føroyum ikki longur sleppur at røkja sínar skyldur í fólkaræðinum.

Ein stórur partur av journalistunum í Kringvarpinum hava longu tikið avleiðingarnar og eru vorðnir limir í Føroysk Miðlafólk. Men felagið hevur framvegis ikki rætt til at samráðast vegna hesar limir.

Tí hevur Føroysk Miðlafólk nú biðið Lønardeildina í Fíggjarmálaránum um at viðurkenna felagið sum samráðingarpart við kravi um, at Føroysk Miðlafólk fær samráðingarrættin vegna sínar limir í Kringvarpinum.

Felagið hevur frammanundan sáttmála við Føroya Blaðútgevarafelag um lønar- og starvsviðurskiftini hjá journalistum og fotografum á privatu miðlunum.

Føroysk Miðlafólk er einasta felagið í landinum, sum burturav umboðar journalistfakligu yrkini og áhaldandi strembar eftir at styrkja og hækka journalistiska støðið í Føroyum.

- Eitt av fremstu endamálunum hjá felagum er at styrkja fakligheitina og hækka journalistiska støðið í Føroyum. Tí er tað alneyðugt, at journalistiska yrkið er savnað í einum felag, sum eisini tekur sær av sáttmálaviðurskiftunum, sigur Anna Ellingsgaard.

Hon leggur dent á, at virðingin fyri bæði skrivaðum og óskrivaðum fjølmiðlaetiskum grundreglum er heilt grundleggjandi, tá tað snýr seg um at styrkja fakligheitina og betra journalistisku góðskuna.

- Á tí økinum er felagið, sum hitt einasta í landinum, longu búgvið at taka tøk. Fyri at gerast limur í Føroyskum Miðlafólkum er tað nevniliga eitt krav, at viðkomandi skrivar undir upp á at vilja fylgja leiðreglunum um góðan fjølmiðlasið, sigur forkvinnan.