Amerikanska hernaðarblaðið Army Times krevur nú, at Donald Rumsfeld, verjumálaráðharri, skal fara frá. Sama krav verður sett fram ímóti ovastanum í herleiðsluni, generalinum Richard B. Myers.
Mánadagin fingu Rumsfeld og Myers av grovfílini í Army Times og fleiri øðrum amerikonskum bløðum. Teir báðir verða lagdir undir at hava misrøkt sítt arbeiði. Army Times kravdi, at ábyrgdin av tí, sum er hent í teimum iraksku fongslunum, verður staðfest, og at viðkomandi mugu taka avleiðingarnar, sjálvt um tað ber í sær, at landið má skifta sína ovastu herleiðslu í krígstíð.
Republikanskir politikarar hava higartil valt at stuðla Rumsfeld, men fleiri teirra stúra fyri nýggjum avdúkandi myndum og sjónbondum úr Irak, skrivar Washington Post. Rumsfeld hevur sjálvur ávarað um, at fleiri myndir kunnu vera á veg.
Myndirnar úr Irak hava eisini ávirkað umdømið hjá George W. Bush, forseta. Í gjár vísti ein kanning, at forsetin hevur undirtøku frá 46 prosentum av amerikonsku veljarunum, og at nú halda bara 44 prosent, at tað var rætt av USA at leypa á Irak.
Á.J.










