Roykvarnari
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
»Bíligasta lívstryggingin, sum finst«, verður sagt um roykvarnarar. Men gott 20 prosent av øllum heimum í Danmark hava ongan roykvarnara, og hóast tað í Føroyum ikki eru nøkur hagtøl um hetta, kann væntast at støðan er lítið øðrvísi.
Í Danmark er kjakið um roykvarnarar av álvara blussað upp aftur, eftir at tvey børn brendu inni í Nivå 2. jóladag. Kanningar hava síðani víst, at eingin roykvarnari var í húsunum, og sambært hagtølunum kundi ein slíkur havt bjargað teimum.
Donsk hagtøl vísa, at í umleið 85 prosentum av førunum , har fólk doyggja í eldsbruna, er eingin roykvarnari í húsunum.
Hóast eingi hagtøl eru í Føroyum um hetta, heldur Petur Lava Olsen, deildarstjóri í Brunaumsjón Landsins, at hetta er á einari leið.
- At siga, at nakar doyr, tí eingin roykvarnari er, kunnu vit gita. Vit vita fleiri dømi um tað, har fólk og børn doyggja í eldsbruna, og har eingin roykvarnari er. Vit vita eisini um fleiri dømi, har fólk eru bjargað undan eldsbrunanum, har roykvarnari er í húsunum, sigur Petur Lava Olsen.
Vinnur nógva tíð
Tá eldur er í, ferðast roykurin langt áðrenn eldurin. Petur Lava Olsen greiðir frá, at ein roykvarnari varnast eldin heilt tíðliga í roykfasuni, og at tað tí er í heilt góðari tíð, at roykvarnarin ger vart við seg.
- Tað er somikið tíðliga, at tá er enn somikið av luft eftir, at tú klárar út. Tað er koliltuinnihaldið (CO) í luftini, sum fer beinleiðis í blóðið, og sum tú heilt knappliga fellur í óvit av, og so tíðliga í roykfasuni er innihaldið av hesum enn sera lágt, staðfestir Petur Lava Olsen.
Í hvørt einasta hús
Petur Lava Olsen sigur frá, at í løtuni verður arbeitt við at leggja seinastu hond á eina kunngerð um brunaverju og brunatrygd. Nýggja kunngerðin fer at krevja roykvarnarar inn í hvørt einasta hús í Føroyum, har fólk búgva.
Hetta má kallast veruligt stórlop, tá Føroyar í nógv ár hava verið, og enn eru einasta Norðurland, sum onga lóg hava um roykávaring. Í Danmark og øðrum Norðurlondum er krav, at í øllum nýbygningum skal roykvarnari setast upp.
Má kannast regluliga
Petur Lava Olsen greiðir frá, at eitt er at roykvarnarar eru settir upp í húsunum, meðan annað og nógv meira umráandi er at halda teir viðlíka og kanna teir.
- Har eru fýra punkt, sum mugu gjøgnumgangast av og á. Eitt er at taka við dustsúgvaranum eftir honum av og á, næsta er at royna hann við royndarknøttinum av og á. Triðja punktið er at skifta battaríið hvørt ár, meðan fjórða punktið er, at roykvarnarin má roynast av og á við onkrum royki, sigur Petur Lava Olsen.
FAKTA UM UPPSETAN AV ROYKVARNARUM
Roykalarmar verða settir upp undir loftið, so tætt við miðjuna á rúminum sum møguligt. Teir skulu vera í minsta lagi 30 cm frá vegginum og frá lampum. Tryggja tær at roykalarmurin verður settur upp har tú hevur møguleika fyri at hoyra hann – eisini um tú svevur. Hevur tú sjónvarp á kamarinum, eigur tú eisini at hava roykalarm har. Tú eigur í minsta lagi at hava ein roykalarm á hvørji hædd í húsunum og ein í hvørjum sovikamari.
Kelda: Gummibátatænastan