Krevja rætt til at koyra bil

Í Saudiarabia hevur ein kvinna lagt sak ímóti innanríkisráðnum fyri at fáa tað at taka av lógarregluna, sum bannar kvinnum har í landinum at fáa koyrikort og koyra bil.

Kvinnan eitur Nassima al-Sadah, og hon er tann triðja saudiarabiska kvinnan, sum stevnir myndugleikunum, tí teir gera mun á kynunum. Hon sigur, at hon hevur fleiri ferðir søkt myndugleikarnar um loyvi til at taka koyrikort, men eftir at hava fingið noktandi svar hvørja ferð hevur hon gjørt av at fara í rættin við málinum.

Saudiarabia er tað einasta landið í heiminum, sum bannar kvinnum at koyra bil. Í 1990 settu fleiri kvinnur seg upp ímóti lógini og koyrdu bil, men tað endaði við, ar 47 vórðu tiknar og revsaðar.