Krevja Netanyahu í rættin

Tríggir spaniumenn vilja sleppa at stevna ísraelska forsætisráðharranum Benjamin Netan­yahu, seks øðrum ísraelskum ráðharrum og einum skipara í ísraelska herflotanum, tí ísraelsmenn handtóku teir tíggjar umborð á einum skipi, sum var á veg til Gaza við neyðhjálp.

Teir tríggir spaniumenninir vóru umborð á skipinum Mavi Marmara, sum ísraelskir hermenn lupu á tann 31. mai. Níggju fólk, sum vóru við neyðhjálparskipinum, doyðu í álopinum.

Teir tríggir spaniumenninir vilja vera við, at ísraelski herflotin hevði ikki loyvi til at handtaka teir, tí skipið var statt í altjóða sjógvi. Teir siga eisini, at teir vórðu illa viðfarnir og tvingaðir at fara til Turkalands.

ST hevur sett tríggjar óheftar serfrøðingar at kanna, um ísraelska álopið var brot á altjóða lóg.