Nólsoyingar handaðu í morgun Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, 679 undirskriftir, har kravt verður, at bøtt verður um viðurskiftini kring siglingina hjá Strandferðsluni um Nólsoyarfjørð.
– Høvuðskrøvini eru, at tey fara undir at byggja eina nýggja nólsoyarferju beinanveg, og at tey finna eina loysn veturin beint nú. Tað krevja vit, sigur Rebekka Gade, ið er ein av stigtakarunum til undirskriftainnsamlingina.
Nýggja avloysaraskipið hjá Strandferðsluni, Erla Kongsdóttir, kom herfyri í sigling, og varð sett inn at reka nólsoyarleiðina. Tað var kortini ikki leingi, at Erla kongsdóttir var í sigling, og farna fríggjadag fóru tveir rútar í stýruborðssíðuni í salongini í knús.
Og yvirhøvur er Erla Kongsdóttir ikki egnað til at reka nólsoyarleiðina um veturin, meta nólsoyingar.
– Skrivið, ið sjómenninir settu saman, lýsir øgiliga væl støðuna, sigur Rebekka Gade og sipar til tað opna brævið, ið sjómenn úr Nólsoy skrivaðu um vikuskiftið, har teir søgdu, at vandi er fyri vanlukku, um Erla Kongsdóttir heldur fram at reka nólsoyarleiðina um veturin. Sum tvíkilja er Erla Kongsdóttir ivaleyst stabil um summarið, men støðan er ikki tann sama um veturin, siga teir seks sjómenninir í opna brævinum til Jørgen Niclasen og SSL.
Harumframt eru aðrir trupulleikar, sigur Rebekka Gade.
– So havi eg eisini sæð eina viðmerking frá einum, ið siglir við tvíkilju aðrastaðni, har hann hevur viðmerkt, at hann siglir við skipi, ið er væl størri enn Erla Kongsdóttir, og tað skipið sleppur ikki at sigla, har aldan er størri enn 1,75. Og tað sigur nokk so nógv, tí aldan í Nólsoyarfirði er mangan nógv størri enn tað, tí havaldan kemur inn á fjørðin.
Nú eru undirskriftirnar so handaðar landsstýrismanninum, og vónirnar eru greiðar, sigur Rebekka Gade: at fáa eitt nýtt skip sum skjótast.
– Vit hopa tað, at hann tekur orðini til sín og onkursvegna finnur eina eykajáttan, soleiðis at teir kunnu fara undir at projektera og bjóða skipið út, sum kann vera klárt hjá okkum innan tvey ár. Til tá kundu tey kanska stungið hendurnar í lumman eftir pengum at leiga eina ferju til endamálið.
Tá spurd um, hvat eitt nýtt skip skal hava, ið Erla Kongsdóttir ikki hevur, vísir Rebekka Gade serliga til bildekkið og tað.
– Hon skal kunna taka bilar. Bildekkið á Erlu Kongsdóttir er opið, so bæði vøra bilar verða saltað. Og so nevndu sjómeninir eisini, at Erla Kongsdóttir hevur lyndi til at kava, og kavar Erla Kongsdóttir við bilum á bildekkinum, so kemur hon ikki upp aftur, sigur Rebekka Gade.
Harumframt hevur Rebekka Gade hug at tríva aftur í kritikkin, ið var í opna brævinum til Jørgen Niclasen, at Erla Kongsdóttir sum tvíkilja ikki er egnað til vetrarsigling um Nólsoyarfjørð.
– Í Norra er tað í vardum farvatni innanskerðs, at tvíkiljur kunnu sigla. Og Nólsoyarfjørður kann ikki klassast sum at vera innanskerðs, og tað er ikki vart farvatn.
Tað er ikki eydnast at fáa eina viðmerking frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni.











