Krevja Musharaf frá

Teir størstu politisku flokkarnir í Pakistan krevja nú, at landsins forseti, Pervez Musharaf, skal leggja frá sær.

Teir stóru politisku flokkarnir í Pakistan kunngjørdu í gjár, at teir vilja hava eina sivila fyribilsstjórn, sum skal hava eftirlit við tjóðartingsvalinum, sum verður tann 10. oktober.
Pakistanski hægstirættur álegði herfyri Pervez Musharaf, forseta at skriva út val til tjóðartingið, og at valið skuldi haldast í seinasta lagi tann 12. oktober. Mikudagin kunngjørdi forsetin, at valið verður 10. oktober.
Andstøðuleiðararnir, fyrrverandi forsætisráðharrarnir Nawaz Sharif og Benazir Bhutto, siga, at tað er neyðugt at fáa eina sivila fyribilsstjórn at hava eftirlit við valinum. Tey hava sostatt ikki álit á, at sitandi hernaðarstjórnin skal hava eftirlitið. Nawaz Sharif, sum er formaður í Pakistansku Muslimsku Samgonguni, sigur, at valið hevur at kalla einki virði, skal ein hernaðarstjórn skipa fyri tí og hava eftirlitið við tí.
- Skulu vit hava eitt frítt og rættvíst val, má eftirlitið vera óheft, sigur Sharif.