Trollemmar
Stríðið um rættindini til at gera trollemmar í Vági, harðnar alsamt. Og nú krevja menninir, sum upprunaliga stovnaðu lemmavirkið í Vági, eina millión í endurgjaldi frá teimum, sum, nú gera lemmar í Vági.
Tað var Injector Door, sum upprunaliga fóru at gera trollemmar í Vági, sum vóru kollveltandi, tí at teir vóru lættir at arbeiða við og gjørdu at skipini spardu nógva olju.
Síðani er framleiðslan flutt uttanlands.
Men lemmavirkið í Vági læt ikki aftur, tí Hans í Líðini og aðrir hildu fram á virkinum og góvu tí navnið Rock
Og leygardagin kundu vit foretelja í Sosialinum, at Rock hevði gjørt eitt nýtt slag av lemmum til flótitrol, sum Enniberg hevði brúkt við sera góðum úrslitið.
Sonny Johannesen, skipari á Enniberg, segði í hesum sambandi, at teir nýggju lemmarnir úr Vági vóru so góðir, at teir gjørdu, at Enniberg spardi fyri fleiri túsund krónur í olju um dagin.
Hesir nýggju lemmarnir verða marknaðarførdir undir navninum, Sea Bat
Ólóglig framleiðsla
Men hetta vilja menninir aftanfyri Injector Door ikki lata um seg ganga.
Jan Allan Müller, stjóri í Injector, sigur, at tað er als ikki Rock í Vági, sum hevur uppfunnið teir nýggju lemmarnar.
- Hetta eru lemmar, sum Helgi Larsen hevur ment og sum Injector Door hevur fingið rættin at framleiða. Hesir lemmarnir vóru fyrstu ferð vístir fram á fiskivinnustevnuni í Føroyum í mai í fjør undir navninum Stealth.
Lemmar av hesum slagnum eru umborð á Jupiter og øðrum bátum.
Sostatt eru teir nýggju lemmarnir í Vági als ikki mentir hjá Rock í Vági, tí tað er Helgi Larsen, sum hevur ment teir.
-Av tí sama er tað eisini Injector, sum eigur rættin at gera lemmarnar, sigur Jan allan Müller.
Krevja endurgjald
Hann sigur, at Injector Door hevur sostatt stevnt Rock í Vági fyri fútarættinum við kravi um, at rætturin noktar virkinum í Vági at halda fram við framleiðsluni.
Samstundis krevja teir út ímóti einari millión krónur í endurgaldið frá Rock í Vági fyri mista inntøku.
Málið kemur fyri í rættinum seinni í summar.
- Vit hava sniðvart (design-protekterað) okkara lemmar og tí ber ikki til hjá øðrum at gera teir, uttan okkara góðkenning.
- Tað, sum hendan sniðverjan fevnir um, at tað sereyðkenni, sum hesir lemmarnir hava og tað er ikki nóg mikið við smávegis broytingum fyri at sleppa uttanum hesa verjuna.
- Endamálið við sniðverjuni er at verja sjálvt sniðið og ikki funktiónina. Hinvegin er endamálið við eini patentverju, at verja funktiónina og ikki sniðið, so hesi bæði hava als onki við hvørt annað at gera, sigur stjórin í Injector Door.
- Tað serliga sniðið, sum hesir lemmarnir hava, er, at teir eru knekkaðir, síðani beinir og so aftur knekkaðir.
- Tað sniðið varð Helgi Larsen tann fyrsti at menna og tí kann ongin annar brúka hetta sniðið, sama um knekkini verða gjørd størri ella minni, sigur Jan Allan Müller.
- Bara tað, at Sea Bat lemmarnar í Vági ikki eru royndir nakað serligt, sigur mær so mikið sum tað, at sniðið er tikið onkustaðni frá.
- Vit hava goldið dýrt fyri at fáa lemmarnar sniðvardar og tí noyðast við at steðga tí, tá ið onnur brúka sniðið, uttan loyvi, sama hvør tað er, sigur stjórin í Injector.
Hann sigur, at tað eru vísindi á ógvuliga høgum støði at menna ein nýggjan trollemm og tað kann mann ikki bara tekna seg fram, uttan at hava neyðugu, fakligu fortreytirnar.
- Har skal alt vera hvør eftir øðrum og tað skal fløkt matematikk til fyri at finna út av tí, sigur Jan Allan Müller.
Nýggjur lemmur á veg
Annars er injector Door á veg á marknaðinum við einum nýggjum lemmi til flótitrol, har tað ber til at minka støddina á lemmunum eini 40%.
Tað er ein lemmur, sum Helgi Larsen hevur brúkt hálvtannað ár upp á menna og teir nýggju lemmarnir verða líka kollveltandi, sum teir fyrstu lemmarnir hjá Injector vóru, sigur Jan Allan Müller.
Ræðist ikki fútaforboð
- Hesum stúri eg ikki fyri
Hans J. Joensen í Vági, vanliga nevndur Hans í Líðini, er stjóri á Rock í Vági.
Hann stúrir ikki at fara í fútarættin við Injector um teir nýggju Sea Bat lemmarnar.
- Teir nýggju Sea Bat lemmarnar, víkja so langt frá nøkrum lemmi hjá Injector, at tað kann undir ongum umstøðum sigast at vera ein lemmur, sum teir hava rætt til.
Okkara lemmar víkja so nógv frá øllum øðrum lemmum, so teir eru heilt serstakir.
- Tað einasta, sum líkist eitt sindur, er sjálvt knekki, men nú á døgum er knekk á øllum lemmum, sigur hann í stuttari viðmerking.
Rætting
Í Sosialinum leygardagin umrøddu vit annars teir nýggju lemmarnar. Og har greiddi Sonny Johansen frá um, hvussu nóg teir spardu í olju.
Men har er fløkja komin í hugtøkini.
Vit skrivaðu, at Enniberg spardi 1,8 rúmmetur av olju um dagin og at ein rúmmetur var 1260 litrar.
Ein litur kostar 3,60 og tí er sparingin góðar 8.100 krónur um dagin.
Men ein rúmmetur er 1000 litrar. Og tí er sparingin 6.480 krónur um dagin. So hóast talan er um eina minni sparing, enn sagt var, broytir tað ikki heildarmyndina, tí talan er um stóra sparing kortini