Í gjár var ein maður handtikin fyri hóttanir. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at maðurin skal framsetast í grundlógaravhoyring í dag við kravið um varðhaldsfongsling.
Vaktleiðarin sigur, at talan er um eitt mál, sum byrjaði fyri eini góðari viku síðani, tá ein maður hevur hótt ein annan gjøgnum sosialar miðlar. Orsøkin til, at málið hevur drigið út er, at tann órættaði var til skips og er nú komin aftur.
– Hóttanir eru altíð álvarsamar, serliga um talan er um endurtøkur, sum í hesum føri. Tann handtikni hevur eisini fleiri dómar frammanundan, og tá skal ikki so nógv til fyri at verða framstillaður, tá hóttanir verða endurtiknar.
Talan er um tveir føroyingar – tveir »trøllvaksnar menn«, sum vaktleiðarin málber seg.
Talan er um tveir fyrrverandi starvsfelagar.
Spurdur um prógvini eru góð – tá talan er um hóttanir á sosialum miðlum svarar vaktleiðarin, at hóast fólk duga væl at sletta boð á sosialu miðlunum, so dugva KT fólkini hjá løgregluni eisini væl at endurskapa slettað boða – uttan at koma meira ítøkiliga inn á prógvini í hesum málinum.