Hví er tað nú vorðið eitt krav, at tað krevst loyvi til at fá sær eitt kók av hummara. Tað er ein spurningur, Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, vil hava svar upp á frá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum.
Og Johan Dahl vil eisini hava at vita um hetta ikki er at bróta aldargamla siðvenju um, at øll hava rætt at fara í fjørðin at fáa sær eitt kók. Og somuleiðis vil hann hava at vita um landsstýrismaðurin ætlar, at tað eisini skal vera galdandi fyri onnur fiskasløg, at fólk skulu noyðast at biðja um loyvi áðrenn teir kunnu fara í fjørðin at fáa sær fisk til húsbrúk.
– Í Føroyum hevur tað verið siðvenja, at fólk hava rætt at fiska til húsbrúk, staðfestur Johan Dahl, men nú krevst loyvi til at veiða hummara, hóast tað einans skal fiskast til húsbrúk.
– Tað er sum um, at hetta er ein uppgerð við siðvenjuna um at fiska til húsbrúk, sum hevur verið galdandi í Føroyum, sigur løgtingsmaðurin.
Grundgevingin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum var, at óskipaður fiskiskapur eftir hummara ikki tænir hummarastovninum og er til ampa fyri vinnuna. Men Johan Dahl heldur, at óskipaður fiskiskapur, ið er til ampa fyri vinnuna, skal helst ikki at viga tyngri enn siðvenjan at kunna fiska til húsbrúk.
Er fiskingin til húsbrúk ov stór til, at hummarastovnurin kann bera seg, kundi tað verið betri at ásett eina ítøkiliga nøgd fyri, nær hummaraveiða er til húsbrúk er, heldur Johan Dahl. Hann heldur, at tað kundi verið ein máti fyri at sleppa undan at bróta ein aldargamlan rætt hjá føroyingum at fiska til húsbrúk. Hann heldur nevniliga, at hetta kann skapa fordømi, soleiðis at tað eisini fer at verða galdandi fyri onnur fiskasløg eisini.
Johan Dahl sigur, at henda siðvenjan at fiska til húsbrúk, hevur stóran týdning fyri øll tey, sum í nógv ár hava havt henda møguleika, sigur hann.