Krevja loysn á skúlaviðurskiftunum í miðbýnum

Foreldur krevja nú eina greiða fráboðan frá Tórshavnar býráð um framtíðina hjá Kommunuskúlanum

– Sum foreldur at næmingum í Tórshavnar Kommunuskúla krevja vit eina greiða fráboðan frá Tórshavnar Býráð viðvíkjandi framtíðar skúlagongdini hjá børnum okkara. Áhaldandi ábendingarnar um, at skúli okkara verður niðurlagdur, fremja ikki nakað gott.

 

Tað siga foreldur hjá børnum í Kommunuskúlanum í niðurstøðu frá felags foreldrafundi fyri foreldur at øllum næmingum í Tórshavnar Kommunuskúla.

 

Niðurstøðan er soljóðandi:

 

»Kommunuskúlin er, hóast truplar hølisumstøður, ein góður og væl virkandi skúli við mennandi tilboðum, ið aðrir skúlar ikki hava at bjóða. Vit foreldur hava, hóast vit búleikast kring allan býin, tilvitað valt Kommunuskúlan. Hetta hava vit gjørt, tí Kommunuskúlin innihaldsliga og námsfrøðiliga hevur høgt dygdarstig, m.a. við tónleikabreyt og listabreyt í innskúlingini og ítróttarbreyt fyri tey eldru. Eisini hava vit valt Kommunuskúlan, júst tí at hetta er okkara miðbýarskúli, sum er við til at geva børnum okkara eina samleikakenslu fyri býi okkara.

 

Fleiri okkara hava valt at búseta okkum inni í býnum júst út frá teirri fortreyt, at her var ein góður skúli, sum er eitt tað týdningarmiklasta grundarlagið fyri trivnaði í økinum. Tí er tað okkum óskilligt, at býráðspolitikarar tosa um at flyta skúlatilboð okkara úr miðbýnum, samstundis sum teir ásanna, at nakað má gerast fyri at fáa “lív í miðbýin”. Sæð úr okkara sjónarhorni eru nøktandi skúlatilboð, kanska serliga til yngru børnini, ein grundleggjandi fortreyt fyri, at barnafamiljur velja at búseta seg í býnum.  

 

Skúlabørn eru grundleggjandi partur av býarlívinum og eru við til at geva býnum ein eyðkendan býarsamleika. Hesum býarsamleika njóta allir borgarar, sum koma í miðbýin, gott av. Tað verður býnum til óbataligan skaða, um býráðið í óðum verkum flytir alt skúlavirksemi av best hóskandi skúlaøki í miðbýnum.

 

Vit ásanna og skilja, at Tórshavnar Kommuna hevur stórar avbjóðingar í sambandi við hølisviðurskiftini hjá fleiri skúlum í býnum. Vit skilja somuleiðis avbjóðingarnar, ið standast av lækkandi barnatali, samstundis sum krøvini um fjølbroytt skúlatilboð økjast. Og vit taka undir við, at verandi skúlar verða skipaðir í eina størri skúlaeind.

 

Vit biðja bara um, at kommunan virðir ynskini um, at partur av komandi skúlatilboðnum til okkara børn verður í miðbýnum.«