Samráðingar ímillum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið, um ein nýggjan sáttmála, eru so smátt byrjaðar.
Sáttmálin fer úr gildi 1. oktober. Partarnir hittust í apríl, har sáttmálin varð sagdur upp, og tá varð avtalað, at teir skuldu handa hvørjum øðrum krøvini mikudagin 17. juni.
Og í gjár møttust Starvsmannafelagið og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum í glasbygninginum á Argjum, har partarnir handaðu hvørjum øðrum sáttmálakrøv.
Starvsmannafelagið sigur í tíðindaskrivi, at felagið krevur bæði hægri løn, og aðrar ábøtur í einum nýggjum sáttmála.
Millum annað er sálarliga arbeiðsumhvørvið eitt mál, sum Starvsmannafelagið vil hava tikið upp í sambandi við samráðingarnar.
Sáttmálin við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, fer eisini úr gildi 1. oktober og tær samráðingarnar verða í næstu framtíð.
Tað eru limirnir í Starvsmannafelagnum, sum sjálvir eru komnir við uppskotum um, hvørji krøv Starvsmannafelagið skuldi seta. Krøvini eru latin álitisfólkunum kring landið, sum síðani aftur hava latið felagnum tey. Krøvini eru síðani viðgjørd á fundi við álitisfólkini, og loksins hevur nevndin í felagnum skipað og lagt krøvini hjá felagnum til rættis, sigur Starvsmannafelagið.
Á fundinum í Fíggjarmálaráðnum í gjár avtalaðu partarnir, at hittast aftur 26. august.