Lønarsamráðingar
Ein lønarhækking upp á 12 krónur afturat um tíman 1. mai í ár og 12 krónur afturat 1. mai næsta ár.
Tað eru krøvini, sum tey fimm arbeiðarafeløgini hava lagt fyri arbeiðsgevararnar, nú samráðingarnar um ein nýggjan sáttmála eru byrjaðar.
Sostatt eru krøvini ein lønarhækking uppá 24 krónur tilsamans hesi bæði næstu árini.
Roknað um til prosent, gevur tað eina lønarhækking uppá 13% í ár og 11,5% afturat næsta ár.
Men harumframt hava arbeiðarafeløgini eisini kravt aðrar ábøtur í sáttmálanum.
Ingeborg Vinther vísir til almenna arbeiðsmarknaðin og heldur, at tað er stórur munur á, hvat hann hevur verið lagaligari at geva sínum fólkum góðar sømdir enn privati arbeiðsmarknaðurin.
Men nú vilja arbeiðarafeløgini hava, at verkafólkið verður líka væl tryggjað og krevja tey eisini at fáa ymsar ágóðar, sum eru á almenna arbeiðsmarknaðinum.
Eitt nú krevja tey at fáa løn undir sjúku, rætt til at vera heima hjá sjúkum børnum o.s.fr.
Harafturat krevja feløgini, at hvørt virki skal hava ein starvsfólkapolitikk og at tað skal vera betri samstarv ímillum arbeiðsfólk og leiðslu, soleiðis at arbeiðsfólkið altíð vei,t hvat fer fram á arbeiðsplássinum.
Førir til lønarniðurskurð
Hinvegin hava arbeiðsgevararnir eisini síni krøv. Eitt nú hava teir sett fram aftur ynski um at tað skal bera til at arbeiða forskotna tíð, uttan at gjalda yvirtíð.
? Hetta eru alt krøv, sum føra til beinleiðis lønarniðurskurð og tað góðtaka vit ikki. Vit eru farin til samráðingar fyri at gera sáttmálan betri og ikki fyri at gera støðuna hjá verkafólki verri, sigur Ingeborg Vinther.
Nakrir samráðingarfundir hava verið, men Ingeborg Vinther sigur, at tað gongur strilti.
? Semja er fingin um onkur smávegis mál, sum onki kostar nøkrum parti, sigur hon.
Men tað er onki óvanligt, at tað gongur strilti við samráðingunum og tað plagar ikki at vera fyrrenn í síðstu løtu, at ein verulig ábending fæst um, antin tað ber til at fáa ein sáttmála yvirhøvur, ella um arbeiðið aftur verður niðurlagt.
Støðið er lagt
Hesuferð samráðast øll fimm arbeiðarafeløgini saman. Tey eru Føroya Arbeiðarafelag, arbeiðsmanna- og arbeiðskvinnufelagið í Havn og tey bæði feløgini í Klaksvík og hetta heldur Ingeborg Vinther vera eina stóra styrki.
Ingeborg Vinther hevur fyrr víst á sáttmálan ímillum Maskinmeistarafelagið og SEV, sum gav maskinmeistarunum góð 10% í lønarhækking tey bæði næsru árini.
Vanligt er, at tann fyrsti sáttmálin leggur støði og niður um tað, ætla arbeiðarafeløgini ikki at fara, sigur hon.
Men hon heldur, at tað er ikki rætt at tosa um eina lønarhækking uppá 10% til arbeiðarafeløgini, tí maskinmeistararnir fáa frammanundan hægri løn. Ti eru 10% av teirra løn ein hægri lønarhækking enn 10% eru av eini arbeiðaraløn.
Fyri ikki at gera munin á lønunum hjá faklørdum og ófaklærdum enn størri, hava arbeiðarafeløgini tí sett eitt sett krøvini fram í krónum, heldur enn í prosentum.
Í løtuni er vanlig tímaløn 92,20 krónur.
Sum tað plagar
? Eg kann bara siga, at tað gongur sum tað plagar.
Jan Mortensen, sum er ein av samráðingarfólkunum hjá arbeiðsgevarunum, er ikki serliga tíðindafróður um samráðingarnar, sum eru í løtuni við arbeiðsgevararnar.
Hann sigur, at partarnir hava avtalað ikki at siga nakað um smálutir í samráðingunum, ella um krøv og mótkrøv.
Men hann sigur, at gongd er í samráðingunum og tónalagið við borðið er vinaligt.
Kravið upp á 12 krónur í ár og 12 krónur afturat næsta ár, vil hann sostatt heldur ikki geva viðmerkingar til.
Men hann vísur eisini til sáttmálan ímillum SEV og Maskinmeistararnar, sum gav maskinmeistarunum góð 10% tey bæði næstu árini.
Men Jan Mortensen vil ikki vera við, at hesin sáttmálin skal leggja støðið fyri teir sáttmálarnar, sum koma.
Tá ið sáttmálin við Maskinmeistararnar varð gjørdur, átalaði Vinnuhúsið SEV fyri at hava gjørt so høgan sáttmála.
?Vit hava gjørt vart við, at privata vinnan hevur ikki ráð til at veita so stóra lønarhækking , sum tað vísir seg at ein fyritøka við einkarrætti hevur ráð til , sigur hann
? Er tað so, at tit hava fingið at vita, at kravið frá arbeiðarafeløgunum er 24 krónur um tíman, kunnu tit sjálvi rokna út, hvørja støðu vit hava til tað, sigur Jan Mortensen, í stuttari viðmerking til samráðingarnar.










