Avvarðandi hjá teimum, sum doyðu, tá russiski kavbáturin "Kursk" sakk í Barentshavinum í august í 2000, halda seg framvegis ikki hava fingið allan sannleikan um vanlukkuna.
Í fjør havnaði russiski hægstirættur einum kravi frá teimum avvarandi um at kanna vanlukkuna av nýggjum. Tey gjørdu av at leggja málið fyri tann evropeiska mannarættinda-dómstólin, men nú er tað málið tikið aftur. Tað hendir, eftir at Vladimir Putin, forseti, hevur játtað at koma á fund við umboð fyri tey avvarandi fyri at taka endaliga støðu til, um vanlukkan skal kannast umaftur.
Vanlukkan við "Kursk" kravdi 118 mannaliv. Myndugleikarnir komu til ta niðurstøðu, at kavbáturin sakk av einari spreinging, og at tað gingu átta tímar, til teir seinastu av manningini doyðu. Sakførarin hjá teimum avvarandi, Boris Kusnetsov, vil kortini vera við, at 23 av manningini vóru á lívi minst tvey samdøgur aftan á spreingingina. Tað hevði tí borið til at bjarga teimum, um rætt varð atborið, sigur hann.
? Gitingin um, at eingin møguleiki var at bjarga monnunum í tí níggjunda rúminum, er tað grovasta mistakið í teirri almennu frágreiðingini, skrivaði verjin í einum brævi til Putin, forseta herfyri.










