Krevja koronupass í Frankaríki

Tað verður ikki nóg mikið at hava eina negativa koronukanning – tað verður eitt krav, at tú skalt hava koronupass fyri at sleppa á almenn støð í Frankaríki.

 

Tað segði franski forsætisráðharrin, Jean Castex á tíðindafundi í kvøld.

Tiltakið skal góðkennast av franska tjóðartinginum, áðrenn tað kann setast í gildi.

Castex upplýsti eisini, at tað nú eru herdar reglur um millum annað nýtslu av masku uttandura í býum. Tað verður bannað at eta og drekka á longri ferðum, sigur hann sambært Reuters.