Sjálvstýrisflokkurin krevur, at lásagølan í Tinganesi verður kannað fyri at staðfesta, hvør hevur ábyrgd av, at landið liggur í stjórnarloysi, umdømið Føroya er skatt, og embætisverkið ført út í ruðuleika, sum tikið verður til.
Sjálvstýrisflokkurin staðfestir í tíðindaskrivi, at hetta er annað árið á rað, at uppskot um løgtingsfíggjarlóg ikki er klárt til ásetta tíð, sum er 1. oktobur. Sjálvstýrisflokkurin krevur tískil, at kanningarstjóri verður settur at kanna embætisførsluna hjá løgmanni og teimum landsstýrismonnum, ið sitið hava við fíggjar- og uttanríkismálum
Í hesum sambandi krevur flokkurin, at lásagølan í Tinganesi verður kannað fyri at staðfesta, hvør hevur ábyrgd av, at landið liggur í stjórnarloysi, umdømið Føroya er skatt, og embætisverkið ført út í ruðuleika.
Tí heitir Sjálvstýrisflokkurin á landsstýrismálanevndina um at seta kanningarstjóra á málið.
- Biðið verður um, at nevndin tryggjar, at arbeiðsetningurin verður nóg breiður, so eisini verður kannað, um løgmaður hevur forsømt sínar skyldur at samskipa landsstýrið og áhaldandi at kunna Føroya Løgting um støðu landsins, samráðingar við onnur lond, og ikki minst skylduna at tilbúgva landsins fíggjarlóg.
Flokkurin hevur nú skrivað Hergeir Nielsen, løgtingsmanni skriv og hevur heitt á hann um at lata landsstýrismálanevndini skrivið.
- Tekur landsstýrismálanevndin ikki alt fyri eitt upp málið og setur kanningarstjóra at kanna embætisførsluna hjá løgmanni og teimum landsstýrismonnum, ið sitið hava við uttanríkis- og fíggjarmálum, fer Sjálvstýrisflokkurin at taka stig til at fáa løgtingsformannin at kalla Føroya Løgting saman til fundar at umrøða støðuna, sigur Sjálvstýrisflokkurin.