– Ja, vit eru eitt felag, sum lutar eftir brúkaranum. Brúkarin skal so vítt møguligt hava eina so ómakaleysa ferð til og frá flogvøllinum í Vágum.
Soleiðis sigur Jákup Sverri Kass, tá vit spyrja hann, um tað er rætt, at Vága Floghavn nú hevur broytt skipanina við, at tú skuldi hava eina tíggjukrónu klára, um tú skuldi hava ein vogn at koyra viðførið við, tá tú komst úr flogfarinu.
Lesið eisini: Vognar bugla bilar á parkeringsplássinum
www.in.fo/news-detail/news/vognar-bugla-bilar-a-parkeringsplassinum/
– Vit innførdu skipanina fyri at tryggja tey, sum hava bilin parkeraðan við flogvøllin. Vit eru nú í gongd við at útbyggja og menna alt parkeringsøkið og vilja í samband við tað taka hædd fyri betur atgongd hjá fólkum at stilla vognin við eina uppsamlingsstøð. Men til tað er klárt, so vóna vit sjálvandi, at fólk stilla vognin upp á pláss, tá ið tey hava brúkt vognin, sigur Jákup Sverri Kass.
Víðari sigur hann, at tey gera sær royndir, nú tey tillaga umstøðurnar við flogvøllin til brúkaran.
– Vit hava gjørt nakrar broytingar, og vilja helst leypandi gera broytingar, sum koma ferðafólkunum til góðar. Vit vita væl, at vit ongantíð koma at raka øll 250.000 ferðafólkini við teimum broytingum, sum vit gera, men vit vilja við hesum eisini vísa á, at vit lurta eftir brúkarunum, sigur Jákup Sverri Kass.










