Krevja Geithner frá

Republikanararnir í amerikanska Senatinum krevja nú, at Timothy Geithner, fíggjarmálaráðharri, skal fara frá. Orsøkin til kravið er avgerðin hjá kreditmetingarfyritøkuni Standard & Poor's at lækka amerikonsku metingina úr AAA í AA+.

Senatorurin Jim DeMint sigur við fjølmiðlarnar, at Barack Obama, forseti, eigur at koyra Timothy Geithner frá og at seta annað fólk í hansara stað, so skil kann fáast á fíggjarviðurskiftini, og soleiðis at fleiri fólk fáa arbeiði.

Harry Reid, sum er formaður hjá demokratunum í Senatinum, vísir kravinum frá republikanarunum aftur. Hann sigur, at tann nýggja kreditmetingin vísir, hvussu neyðugt tað er at fáa fíggjarviðurskiftini aftur á beint við at skerja tær almennu útreiðslurnar og við at økja tær almennu inntøkurnar.