Krevja framvegis revsitoll

ES hevur avgjørt, at revsitollur skal framvegis leggjast á síl úr Noregi. Revsitollurin, sum kom í gildi í september, er 21,4 prosent. Frammanundan var tann vanligi tollurin bara 3,6 prosent.

Upprunin til avgerðina at leggja revsitoll á norsk síl var ein kæra frá finskum sílaalarum, sum vildu vera við, at norskir alarar høvdu selt síl fyri undirprís á ES-marknaðinum bæði í 2001 og í 2002. Norðmenn hava roynt at vísa hesum aftur, og umboð fyri norsku alararnar hava verið í Bruxelles og greitt frá viðurskiftunum.

Men higartil hevur ES ikki viljað broytt avgerðina, og mikudagin boðaði Bruxelles frá, at avgerðin verður ikki endurskoðað fyrr enn í mars. Samstundis gjørdi ES-nevndin greitt, at hennara kanningar hava víst, at finsku sílaalararnir høvdu rætt. Tí stendur revsitollurin við.