Krevja frágreiðing frá Jógvani á Lakjuni

Landsstýrismálanevndin, sum hevur eftirlit við embætisførsluni hjá landsstýrinum, krevur nú eina frágreiðing frá landsstýrismanninum í mentamálum um ætlanin at siga ein lærara á Vinnuskúlanum, upp

Uppsøgn
 
Nú er eisini landsstýrismálanevndin komin upp í sakina um ætlanina at siga ein lærara úr starvi á Vinnuskúlanum.
Landsstýrismálanevndin hevur eftirlit við embætisførsluni hjá landsstýrisfólkum og nevndin hevur nú kravt eina frágreiðing frá Jógvani á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamáli, sum varar av málinum.
Ætlanin var at siga ein lærara á Vinnuskúlanum upp tí hann hevði fingið at vita, at ein starvsfelagi framvegis fekk fulla løn, hóast hann var farin undir útbúgving. Tað spurdi hann mentamálaráðið um, tí hann helt, at allir lærara áttu at fáa somu sømdir. Men hetta var tikið sum óloyal framferð og tí var ætlanin at siga hann upp.
Í løgtinginum hevur Jógvan á Lakjuni sagt, at hann kendi ikki til málið.
Lærarin, sum ætlanin var at siga úr starvi, Páll I. Joensen hevur áður sent málið til Løgtingsins Umboðsmann.
Men hann hevur eisini vent sær til landsstýrismálanevndini við málinum, tí hann góðtekur ikki framferðina í málinum.
Hann sigur, at fyri honum er tað greitt, at Mentamálaráðið vil ikki hava, at allur sannleikin kemur fram í málinum og at mentamálaráðið veit meiri um málið enn tað letst.
 
Biðja um frágreiðing
Kári P. Højgaard, formaður í Landsstýrismálanevndini, sigur, at enn hevur nevndin ikki gjørt av, um hon tekur málið upp.
Men fyribils hevur nevndin biðið Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, um eina frágreiðing.
- Landsstýrismálanevndin hevur gjørt av at biðja Mentamálaráðið um eina frágreiðing um málið og at senda nevndini allar viðkomandi upplýsingar, sigur Kári P. Højgaard.
Hann sigur, at Mentamálaráðið er eisini biðið um at senda landsstýrismálanevndini øll viðkomandi skjøl í málinum og tær viðmerkingar, sum Mentamálaráðið møguliga hevur havt til málið.
Tá ið allir upplýsingar eru fingnir til vega frá Mentamálaráðnum, tekur landsstýrismálanevndin støðu til, um hon skal taka hetta upp til viðgerðar.