Krevja flogbann yvir Sýrialandi

Frakland roynir nú at fáa altjóða samfelagið at banna allari flogferðslu í loftrúminum hjá Sýrialandi. Tað skrivar franska tíðindastovan AFP frá einum ónevndum embætismanni, sum tó leggur dent á, at einki verður gjørt uttan samtykki frá ST-trygdarráðnum.

Embætismaðurin sigur, at tann franska stjórnin hevur tosað við Turkaland, USA, Bretland og onnur lond um málið. Men hann ásannar, at tað verður torført at fremja ætlanina í verki, tí higartil hava Russland og Kina brúkt sýtingarrættin í ST ímóti øllum tiltøkum, sum eru vend ímóti Sýrialandi.

Eitt flogbann í sýriskum loftrúmi hevði forðað sýriskum stríðsflogførum at bumba støðir hjá uppreistrarmonnunum, eins og tað hevði steðgað loftvegis vápnaflutninginum úr Iran til tann sýriska stjórnarherin.