Krevja fleiri milliónir frá Strandferðsluni

Tvøroyrar og Vestmanna Kommuna hava stevnt Strandferðsluni men størsta kravið hevur Tórshavnar Kommuna.

Strandferðslan




Nú skal Strandferðslan ikki sleppa so lætt longur.
Tað halda nakrar kommunur, sum skip hjá Strandferðsluni sigla til.
Fleiri kommunur krevja nú, at Strandferðslan skal betala fleiri milliónir afturat um árið í ymsum havnagjøldum.
Higartil hevur Strandferðslan havt serligar sømdir og hevur betalt nógv minni fyri at brúka ymsar havnir, enn hon átti at gjørt eftir støddini á skipunum.
Men hesar sersømdir ætla fleiri kommunur nú at taka frá Strandferðsluni. Ístaðin krevja tær, at hon skal betala so at siga fullan takst eftir støddini á skipunum.
Tvær kommunur hava enntá stevnt Strandferðsluni eftir havnagjøldum, brúgvagjøldum og vørugjøldum.
Á Drelnesi hevur Strandferðslan goldið 58.000 krónur um mánaðin fyri at Smyril kann leggja at har.
Men nú krevur Tvøroyrar Býráð, at Strandferðslan skal betala 152.000 krónur um mánaðin.
Og Tvøroyrar Kommuna krevur, at tað skal Strandferðslan gera við afturvirkandi kravt frá 1. august í 2002.
Sostatt er kravið frá Tvøroyrar kommunu ímóti Strandferðsluni nú komið upp á slaka hálva aðru millión, og tað veksur fyri hvønn mánað, Strndferðslan ikki betalir.
Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri sigur, at tað hevur ikki nyttað at kravt peningin inn frá Strandferðsluni og tí hevur Býráðið nú stevnt Strandferðsluni.
Í Vestmanna hevur Strandferðslan goldið 50.000 um mánaðin, men Vestmanna Kommuna krevur nú, at hon skal betala 158.000 krónur um mánaðin frá 1. apríl, 2002 at rokna.
Sostatt er kravið frá Vestmanna Kommunu nakrar hundrað túsund krónur og tað veksur ikki, tí, sum øll munnu vita nú, er undirsjóvartunnil komin Vestur í Vágar og sostatt er ongin sigling meiri.
Størsta kravið ímóti Strandferðsluni hevur Tórshavnar Kommuna. Higartil hevur Strandferðslan goldið 700.000 krónir um árið til Tórshavnar Havn, fyri at Smyril og Ternan kunnu leggja at har.
Men næsta ár krevur kommunan, at Strandferðslan skal betala 2,5 milliónir um árið, sambært Útvarpi Føroya. Og Tá ið nýggi Smyril kemur í oktober næsta ár, skal Strandferðslan betala einar fýra milliónir um árið í ymsum gjøldum til Tórshavnar Havn.
Hinvegin krevur Tórshavnar Kommuna ikki, at Strandferðslan skal betala nakað við afturvirkandi kraft.
Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at millum annað krevur Tórshavnar Havn, at Strandferðslan skal betala tvær krónur fyri hvørt ferðafólk, átta krónur fyri hvønn persónbil og 14 krónur fyri hvønn av lastbilar og vørubilar, umframt brúgvagjøld og havnagjøld.
Sum stjórin á Strandferðsluni sigur í aðrari grein her í blaðnum, kann hetta koma at raka suðuroyingar serliga hart.