- Vit fara øll at tryggja, at vit altíð fara at hava eitt trygt sjúkrahús. Men fyri tað skulu vit krevja rationaliseringar á Landssjúkrahúsinum. Tað staðfestir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Hendrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann um tað passar at Landssjúkrahúsið skal spara, ella um tað ikki skal spara. Hann vísir á, at Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur upplýst fyri løgtinginum, at Landssjúkrahúsið skal spara 22 milliónir krónur hesi bæði næstu árini.
Hinvegin hevur floksfelagin hjá honum, Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, víst á, at tað er púra einki hald í hesum og at hetta minnir um eina herferð ímóti Landssjúkrahúsinum. Tí vildi Henrik Old hava at vita frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, um landsstýrið skal spara, ella ikki.
Jørgen Niclasen vísir á, at tølini, sum hava verið frammi í sambandi við Landssjúkrahúsið, eru alt tøl frá landsstýrismanninum í heilsumálum sjálvum.
Hann staðfestir eisini, at hann hevur ongi broytingarupskot sæð, hvørki frá samgongu ella andstøðu. Tí staðfestir hann samstundis, at løgtingið hevur tikið undir við teimum tølum, sum hevur verið. Av tí sama heldur hann ikki, at nakar kann renna undan tølunum. - Men broytast fortreytirnar, taka vit tað við í viðgerðina, tí karmarnir skulu leggjast fyri næstu árini.
Jørgen Niclasen heldur annars lítið um atfinningarnar frá andstøðuni um, at játtanin til landssjúkrahúsið er ov lág.
- Vil tað siga, at hvørja ferð, sjúkrahúsverkið biðjur um meiri pengar, so skal sjúkrahúsverkið fáa meiri pengar, ella elvir tað til ótryggleika, spyr hann.
Hann spyr, hvat varð av krøvunum um rationaliseringar. - Vit krevja rationaliseringar av privatu vinnuni og vit krevja eisini rationaliseringar hjá tí almenna. Og sjálvandi skal sjúkrahúsið eisini rationialisera, sigur landsstýrismaðurin. |